Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú hækkaði flatskatturin aftur

Nógv hevur seinastu tíðina verið at hoyrt um, at pensjónistar fóru at fáa fleiri pengar úr Samhaldsfasta á nýggjárinum. Tað kunnu vit øll fegnast um. Men lítið hevur verið tosað um, hvaðani hesir pengarnir koma. Vit sleppa nevniliga ikki undan tí veruleika, at tað almenna rindar ikki eina krónu út, sum ikki onkur fyrst má rindað inn. 

Í hesum førinum sleppur landskassin undan at rinda nakað út, tí gjaldið er flutt yvir í Samhaldsfasta, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga. Landskassin sparir sostatt hesa útreiðsluna, tí tað eru arbeiðarar og arbeiðsgevarar sum rinda pensjónina úr Samhaldsfasta.

100 prosent flatskattur frá fyrstu krónu
Tá gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar, so er tað ikki bara útgjaldið til pensjónistarnar sum hækkar, men inngjaldið frá arbeiðandi fólkinum (sum er 100 prosent flatskattur frá fyrstu krónu) hækkar eisini. 

Til dømis skal tann arbeiðarin sum í hesum valskeiðinum hevur fingið 4.250 krónur í skattalætta frá landskassanum, rinda 1.125 krónur meira inn í Samhaldsfasta. Men áðrenn hesir pengarnir verða goldnir inn, skal arbeiðarin fyrst rinda skatt av teimum, og pensjónisturin sum fær pengarnar útgoldnar, skal eisini rinda skatt av somu pengum. 

Landskassin sleppur sostatt ikki bara undan at rinda ein part av fólkapensjónini, men hann fær harafturat tvær ferðir skatt av somu pengunum. - Einaferð frá arbeiðarunum sum rinda inn og einaferð frá pensjónistunum sum fáa út.

Gott at fáa, men onkur skal gjalda
Vit kunnu bara fegnast um, at pensjónistarnir fáa hjálp til at rinda hækkaðu SEV-rokningina, hækkaða vegskattin og aðrar hækkingar, sum eru komnar í hesum valskeiðinum, men hetta merkir samstundis, at tann sum er á arbeiðsmarknaðinum skal rinda meira flatskatt til Samhaldsfasta, umframt at hann og pensjónisturin skulu rinda hvør sín skatt av hesum skattinum.

Helgi Abrahamsen