Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er WIFI hotspot í sett í Bussleiðina

Tórshavnar kommuna, hevur nú sett ókeypis tráleyst internet sokallla “WIFI hotspots” í fleiri bussar hjá Bussleiðini.

Í løtuni verður skipanin royndarkoyrd og tað verður optimalt samband um einar 2 til 3 vikur í øllum bussum. Hetta havi eg frætt frá umsitingini hjá Tórshavnar kommunu í dag.

Hetta eri eg sjálvsagt sera fegin um, tí tað hevur verið ein long og drúgv prosess. Men nú er so komið á mál. Sjálvsagt verður skipanin betri og betri.

Seinni verður eisni SMS og telji - skipan sett í bussleiðina.

Nú er tað so upp til tann einstaka um hann/hon vil brúka hesa skipan, men hon er so har.

Eg má takka bæði umsiting, teknisku nevnd og øllum býráðnum fyri gott arbeiði.

Tí eitt samt Tórshavnar býráð stendur aftan fyri avgerðina.

Vh.

Levi Mørk, býráðslimur