Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er tíðin komin at byggja út!

Røða til Havnar Svimjifelag á 75 ára degi felagsins.

Góðu tit øll í Havnar Svimjifelag. Hjartaliga tillukku við 75 ára føðingardegi tykkara. Havnar Svimjifelag, er eitt av stóru feløgunum í Tórshavn. Tað var stovnað í 1938 og hevur í dag uml. 350 limir. So her fer ein stórur skari í føðingardag hjá sær sjálvum í dag.

Havnar Svimjifelag hevur alt upp nógvar svimjarar

Havnar býur og Tórshavnar Kommuna hevur Havnar Svimjifelag nógv at takka fyri. Tí svimjing hevur ment seg til at vera bæði ein tann størsta fólkaítróttin, men so sanniliga eisini ein úrvalsítróttargrein, har Føroyar av álvara gera vart við seg altjóða. Og so langt vóru vit ikki komin uttan Havnar Svimjifelag.

Vit hildu kanska, at vit áttu frægasta og djarvasta svimjara, tá ið Sigmundur Brestisson svam um Suðuroyarfjørð á sinni. Men hann man helst verða tikin fleiri ferðir, serliga hesi seinastu árini.

Hvussu ofta hava vit ikki sitið rúnarbundin frammanfyri útvarpstólið ella sjónvarpstólið og fylgt okkkara allarbestu svimjarum í altjóða kapping. Og tað er fyrst og fremst teimum dugnaligu og arbeiðssomu feløgunum kring landið fyri at takka, at tey dríva á at skipa umstøður fyri miðvísari venjing. Og millum teirra telist Havnar Svimjifelag.

Útbyggingar uml. 30. hvørt ár

Fyrsti svimjihylurin í Havn, var gjørdur í Gundadali í 1932. Har kundi almenningurin svimja, og har kundi man kappast á stuttum teinum. Kappingar á longri teinum vóru enn á sjónum.

27 ár seinni var annar svimjihylurin bygdur í Gundadali og stóð liðugur í 1959.

Eg minnist enn, at eg sum ung genta, júst flutt heim til Føroyar í 1968, elskaði at fara niðan í Gundadal at svimja – tað var kalt ja, men tað var eitt fantastiskt fornemmilsi at renna út úr brúsirúninum eftir máttuni, og so at leypa út í. Tá kendist tað heitt. Og bulliongið ella kakaið, sum man slappa at trekkja í automatini aftan á svimjingina, tann smakkin – ella ta kensluna – fái eg viðhvørt enn, tá ið er kenni angan av bulliong ella kaka.

Hetta var tá eitt stórt framstig, sum vaks um áhugan at svimja, men skjótt gjørdist greitt, at betri umstøður máttu fáast til vega. 24 ár seinni var núverandi svimjihøllin liðug í 1983. Tað eru nú 30 ár síðani. Hetta er framvegis ein høll sum í byggisniði og innrætting stendur mát við nógvar at teimum fremstu svimjihyljum, sum man við hvørt sleppir at vitja uttanlands.

Nú verður farið undir at fyrireika 50 metra hyl í Havn

Men nú 30 ár seinni, so er er tørvur á nýggjum íløgum og dagføringum til borgararnar í Havn. Børn, ung og gomul. Her er snøgt sagt ov trongt til øll.

Eg haldi meg vita, at tað eru uml. 180.000 vitjandi í Svimjihøllini í Havn um árið. Og harafturat er so venjingin hjá úrvalssvimjarunum. So tíðin er komin til at byggja út í tráð við samfelagið og tann veruleika vit liva í.

Peningur er settur av á fíggjarætlanini hjá Tórhavnar Kommunu til at fara undir at byggja ein 50 metra hyl. Og eg veit at bygginevndin av álvara er farin til verka at fyrireika staðseting og at orða eina byggiskrá, sum eru fyritreytir fyri einari væleydnaðari byggiverkætlan.

Sum forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fegnast eg um tað, og at Havnar Svimjifelag framhaldandi ger eitt so stór og miðvíst arbeiði, bæði fyri almenna svimjing fyri øll, men eisini fyri úrvalssvimjingina.

Svimjingin setir Føroyar á heimskortið** Svimjingin er eitt týdningarmikið íkast til fólkaheilsuna, men svimjingin er eisini tann einstaka ítróttagrein, sum fram um aðrar setir Føroyar á heimskortið. Og tað er ikki at forsmáa í hesum globaliseraðu tíðum, har tað sum lítil tjóð kann vera ringt at standa seg í altjóða kapping.

Enn einaferð hjartaliga tillukku á 75 ára degi Havnar Svimjifelags.

Helena Dam á Neystabø, Forkvinna í Mentanarvend Tórhavar Býráðs