Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er tíð at bíleggja rottueitur og útgerð at týna við

Øll, sum hava skyldu at týna rottu, hava nú møguleikan at bíleggja sær eitur og útgerð frá Umhvørvisstovuni. Freistin er 10. sept. 2020.

Fyri summarfrítíðina fingu allar kommunur bíleggingarseðil frá Umhvørvisstovuni, har tær kunnu bíleggja útgerð og rottueitur. Nógvar kommunur hava tikið av møguleikanum og hava roynt at bílagt so mikið, at nokk er til næsta ár, tá tær aftur kunna bíleggja. Enn havi vit ikki hoyrt frá øllum kommunum.

Rotta er skaðadjór, sum skal týnast beinan vegin, har hon er staðfest. Rottueitur og røtt útgerð er fyritreyt fyri effektivari rottutýning. Sambært kunngerðini um fyribyrging og týning av rottu, hava kommunur ábyrgd av fyribyrging og týning av rottu bæði í bygdum sum óbygdum økjum í kommununi.

isini er ásett, at einans Umhvørvisstovan hevur heimild at innflyta og útflýggja kommunum rottueitur.

Í ár varð aftur serliga heitt á kommunur, sum varða av rottu-fríum oyggjum, um at bíleggja eitur og útgerð at hava klárt til at fremja eitt týningarátak, um tað vanlukkuliga skuldi hent, at rotta verður staðfest.

Tað eru ikki einans kommunur, sum skulu halda eyga við rottu. Stovnar og feløg, sum reka før, sum sigla ella flúgva til rottufríar oyggjar, skulu hava eftirlit við, um rotta er umborð. Har tað er gjørligt, skulu rottufellur og rottueitur altíð vera umborð hesum skipum og førum.

Eisini skulu eitur og fellur vera í komandi undirsjóvartunlinum til Sandoynna, sum er ein av rottu-fríu oyggjunum.

Umhvørvisstovan samskipar í samráð við kommunurnar fyribyrging og týning av rottu, og hevur heimild at áleggja kommunum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti.

Nærri vegleiðing fæst her

www.us.fo/rotta

Leinki til kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu