Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er slóa fyri. Høgra smílist. Ongin annar smílist.

Innbrotið og ránið í pensionsskápinum fer í framtíðini at vísa teim høgraorienteraðu gongda leið til at tøma skápið fyri hvørt tað einasta oyra fyri síðani at viðtaka eina privata prosentvísa pensiónsuppsparing, har verandi stættarmunur automatiskt viðførir stættarpensiónir, sum fara at bera ríkmannabjølgar í gullstólum, meðan tey vanligu mugu grulva seg á mál.

Plástrið frá samhaldsfasta verður eisini skrætt av, og salt verður stoytt í sárið.

Hetta var ein sonn dáragerð, sum samgongan framdi, tað áttu tey at vita. Tí at vísa á og ganga politiskar vandaferðir kann fáa hættisligar avleiðingar fyri mong. Tað mann tíðin fara at vísa, um ikki bygt verður upp aftur fyri høgraheykunum, sum í verandi løtu lukta blóð.

Dagfinnur Danbjørg.