Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er nokk SEV!

Vikuliga hevur meginparturin av landinum ligið í streymloysi seinastu tíðina. Hetta er ikki nóg gott SEV.

Seinastu vikurnar er streymurin farin um stóran part av landinum nærum hvørja viku. Hetta er ikki til at liva við og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV hevur ein forkláringstrupulleika. Fyritøkur um landið missa pening orsakað av, at framleiðslan steðgar upp og ikki er tað óvanligt, at tøkni gongur fyri orsakað av streymslitunum.

At tað so nærum hvørja ferð er fínasta veður ger, at tað er fullkomuliga óskilligt fyri tey flestu, at hetta hendir. Flestu føroyingar kunnu skilja, at trupulleikar eru við streymveitingini um linjur ikki klára ringt kavaveður, men av tí, at meginparturin av streymlinjunum liggja undir jørð er hesin trupulleiki avmarkaður.

Sjálvandi kann SEV ikki gera við um onnur grava káblar av, men hetta, sum vit hava verið vitni til seinastu tíðina er als ikki nóg gott.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV má syrgja fyri at fáa skil á hesum beinanvegin og hevur biðið um fund við leiðsluna á SEV um málið.