Nú er klárt um Sandá
Sum limur í bygginevndini og formaður í byggi og býarskiparnarnevndini, er tað stór hending fyri Tórshavnar kommunu, at nýggju Brúgvina um Sandá verður gjørd. Tað gongur somikið, at í næstu viku skal málið fyri í tekniskunevnd, byggi og býarskipanarnevndina og síðani í býráði til endaligu politiska støðutakan.
Fyrireikingararbeiði er nú komið so mikið áleiðis, at nú skal arbeiði bjóðast út. Hetta bygningsverk er altneyðugt stig at taka og tað er eisni uppá tíðina, at Brúgvin um Sandá, nú er raðfest og arbeði kann byrja.
Henda brúgv við 2 rundkoyringum ein við Velbastaðvegin og hin við Glyvursveg á Argjum, fer at menna og høvðustað okkara eitt stórt vet tann rætta vegin.
Hetta byggiverk verður heilt klárt ein perla fyri alt tað vakurtkenda øki, eitt satt prýði og eisnini stórt framstig fyri høvðustað okkara.
Somuleiðis er at fegnast um, at hetta arbeiði verður fíggja yvir nøkur ár.
- Levi Mørk,
formaður í byggi og býarskiparnarnevndini, næstformaður í tekniskunevnd
limur í bygginevndini fyri Brúnna um Sandá