Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÚ BYRJAR KVØLDSKÚLIN

Útboðið og tilboðið hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla er aftur víðkað.Útboðið av staklærugreinum er oman fyri 150, og av teimum eru einar 20 nýggjar lærugreinir - eitt nú søga Løgtingsins frá landnámi til okkara tíð, dugnaskapsroynd í at passa motor, grundskeið í sveising og urtagarðsrøkt.

Kvøldskúlin bjóðar eisini skeið í persónligari menning, skeið í slakti og at taka upp, tvey ættarlið kunnu læra at gera bomm, tú lærir at klúgva innandura, tú lærir sangskriving, tvey ættarlið skapa grýluklæðir, og tú sleppur at royna eitt ljóðføri. Nýtt skeið í enskum er í Kollafirði, skeið í íslendskum í Nólsoy og í Kaldbak er skeið um nøvn og søgur í bygdini.

Kvøldskúlin í Havn er vorðin so fjølbroyttur, at hann í roynd og veru fevnir um nógv meira enn tað, vit eru von at seta í samband við kvøldskúlavirksemi. Kvøldskúlin er vorðin skeiðsdepil, tí at hann nú eisini bjóðar fólki styttri skeið, umframt dagsskeið bæði fyrrapart og seinnapart.

Hetta gevur til dømis fólki við skiftandi arbeiðstíðum og útisiglarum møguleika at nýta høvið at brúka tilboðini hjá skúlanum. Eins og áður bjóðar Kvøldskúlin fyrraparts- og dagsskeið í til dømis tøving, teldulæru fyri eldri og orðblindaskeið.