
Nú ber til at søkja
Nú ber til at søkja inn á gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar, sum byrja í august í 2017.
Lættasti mátin at søkja er við at fylla út talgilt umsóknarblað á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, www.mmr.fo. Taldgilda umsóknarblaðið er knýtt at dátugrunni, sum fólkaskúlanir eisini nýta til próvmet, og skipanin heintar tí sjálv persónsupplýsingar og støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið.
Til ber eisini at søkja við pappírsumsókn. Umsóknarblað og vegleiðing til pappírsumsókn eru tøk á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
Umsóknarfreistin er 15. mars 2017.
Leinki til meira umsóknarbløð og meira kunning er á http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/nu-ber-til-at-sokja-inn-a-gymnasialt-midnam-og-yrkisnam/