Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú ber til at søkja um jólahjálp

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki.

Til ber at søkja á tríggjar ymiskar hættir:

• Far inn á www.takk.fo og fyll út umsóknarblaðið á síðuni

• Prenta út umsóknarblaðið av heimasíðini og send tað við postinum til Í menniskjum góður tokki, Dalatún 15, 100 Tórshavn

• Ring tlf. 220000 hóskvøldið 29. nov og fríggjakvøldið 30. nov millum kl. 19.00 – 22.00, so verður umsóknarblaðið fylt út umvegis telefonina.

Øll kunnu trygt søkja um jólahjálp, tí eingin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerðin av umsóknunum fer fram í trúnaði og undir tagnarskyldu. Tá jólahjálpin er latin, verða allar umsóknir burturbeindar.

Í menniskjum góður tokki hevur í ár knýtt samstarv við Taks, ið eftirkannar teir upplýsingar, sum givnir verða um inntøku. Tað er tí umráðandi, at tey sum søkja upplýsa neyvar upphæddir, tá ið umsóknarblaðið verður fylt út.

Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er fríggjadagin 30. november á miðnátt, og í seinasta lagi 20. desember hava øll fingið svar.