Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú ber til at melda til Aliráðstevnuna

Dan Klein --- 09.02.2018 - 07:16

Nú er tilmeldingin opin til Aliráðstevnuna, sum verður 2. mars á Hotel Føroyum. 
 
Um dagin verða sum vant framløgur um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri Havbúnaðin og eisini verður besta úrslit kjósað fyri ávíkavist alistøðir á sjónum og smoltstøðir. Um kvøldið hittast luttakararnir til sosiala samveru, góðan mat og undirhald. Í mun til undanfarin ár verður tann broyting, at hesin parturin byrjar beint sum aliráðstevnan er liðug, og verður eisini skipaður øðrvísi enn vanligt.
 
Meldast kann til Aliráðstevnuna her: http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=12935&Purge=True