Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Edith Johannesen

Noydd at broyta skránnað á G!

Í nátt var so nógv brim í Syðrugøta í løtuni, tí varð neyðugt at lata stóra pallin á sandinum aftur. Hetta merkti, at konsertin við Eivør varð flutt til í dag. Restin av skránni fyri fríggjakvøldið varð flutt til hinar pallarnar í gjárkvøldið. 

Hetta hendi tá bert konsertirnar við Eivør og Amason vóru eftir á sandinum, tá náttúrukreftirnar valdu at lata stóra pallin aftur, og tí var tað avmarkað hvørjar broytingar vórðu neyðugar, men konsertin hjá Amason varð flutt á Spæliplássið, meðan Analogik, ið skuldi spæla á Spæliplássinum varð flutt á minna pallin í fjósinum.