Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nota og Inpact kasta saman

Tvey av landsins størstu grannskoðanarfeløgum, Pf. Nota og Spf. Inpact, kasta nú saman. Nýggja felagið hevur fingið navnið: Januar – Løggilt grannskoðanarvirki. Við hesum savna feløgini sínar førleikar og bjóða nú føroyskum vinnulívi og myndugleikum eina breitt samansetta ráðgevingar- og grannskoðanartænastu á altjóða stigi.

Krøvini til grannskoðan verða alsamt strangari, og hetta er tí eitt natúrligt stig. Herd lógarkrøv og vaksandi kompleksitetur í nýmótans feløgum krevja hægstu ráðgevingar- og grannskoðanarførleikar, og við hesi samanrenningini er Januar ílatið til at møta avbjóðingunum. Samstundis verður skapt eitt áhugavert fakligt umhvørvi, ið støðugt dregur gávurík starvsfólk at sær, so at virkið verður enn betur ført fyri at veita bæði smáum og stórum virkjum dygdargóðar tænastur.

Navnið Januar er súmbolskt. Januarmánaður er umráðandi tíð hjá grannskoðanarvinnuni, tí tá verður litið afturá, hvussu árið hilnaðist hjá kundunum, eins og mett verður um, hvussu nýggja árið fer at ganga. Samsvarandi hevur navnið eisini røtur í rómverska gudinum Janusi, ið hevði tvey andlit, og sum tí átti evnini at skoða bæði aftureftir og frameftir í tíð.

Januar fer at halda til á Glaðsheyggi í Havn, har ið Nota var áður. Á nýggja virkinum verða fleiri enn 40 starvsfólk. Av hesum eru seks løggildir grannskoðarar, harav fimm eisini eru statsautoriseraðir.

Stjórar í Januar eru Jógvan Amonsson og Hans Laksá. Vitja heimasíðuna hjá Januar á www.januar.fo .