Norski forsætisráðharrin vitjar í Føroyum
Norski forsætisráðharrin vitjar í Føroyum 17. og 18 mai.
Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg kemur til Føroyar á almenna vitjan 17. og 18. mai.
Hóskvøldið 17. mai, norska tjóðardagin, er løgmaður vertur fyri føroysk-norskari kvøldsetu í Norðurlandahúsinum. Á skránni verða framførslur við føroyskum og norskum listafólkum. Skráin sæst og atgongumerkið til kvøldsetuna kunnu keypast á www.nlh.fo
Fríggjamorgunin 18. mai verður fundur millum løgmann og forsætisráðharran.