20 av teimum 68 vindmyllunum á Smøla í Norra eru tiknar úr rakstri, eftir at rivur av ymsum slag eru funnar á 15 av teimum. Mynd: Scanpix
Norsk vindmyllulund hart rakt av skaðum
Alt fyrsta byggistigið í vindorkulundini á Smøla í Norra er tikið úr rakstri, eftir at rivur og sprungur ella tekin um tað sama eru funnar á fimtan av teimum 20 vindmyllunum í hesum byggistiginum.
Samanlagt telur vindmyllulundin á Smøla 68 myllur.
Tær fimtan myllurnar hava staðið stillar síðani týsdagin 11. oktober. Fimm tær síðstu myllurnar í byggistiginum vórðu í fyrsta umfari hildnar at vera í lagi, men vórðu tiknar úr rakstri aftur eina viku seinni.
Soleiðis byrjaði tað
Alt byrjaði við, at starvsfólk hoyrdu óljóð frá eini av myllunum.
Tá menn fóru upp í tornið at kanna viðurskiftini, kom ein stór sprunga til sjóndar í sveisingini ovast millum torn og myllu. Harumframt var ein pláta dottin niður.
Allur hesin parturin av lundini varð beinanvegin stongdur fyri allari ferðslu.
Statkraft fór síðani undir at kanna hinar 19 vindmyllurnar. Fimm vóru í lagi og kundu setast í rakstur aftur, men tær eru nú tiknar úr rakstri aftur.
– Vit hava fingið framkomna máliútgerð á staðið og ætla at kanna allar 20 myllurnar út í æsir, sigur Torbjørn Steen, samskiftisleiðari í Statkraft, við Teknisk Ukeblad.
– 14 myllur hava sjónlig tekin um rivur og sprungur á sama staði sum á fyrstu mylluni. Vit hava funnið alt frá smáum rivum í málingini til stórar sprungur. Ikki er greitt, hvaðani hetta stavar frá ella um talan er um skaðar, ið hava nakran týdning, men vit taka ongan kjans og ætla tí at kanna allar myllurnar væl og virðiliga, sigur talsmaðurin fyri Statkraft.
Stig 1 á Smøla varð tikið í brúk í september 2002, og myllurnar eru undir 10 ára gamlar. Tað var í sínari tíð Bonus Energy, sum leveraði 2 MW-myllurnar. Felagið er síðani vorðin partur av Siemens.
Livitíð 20-25 ár
Spurdur um Statkraft fer at krevja endurgjald frá veitaranum, sigur talsmaðurin, at støða enn ikki er tikin til henda spurning. Men greitt er, at vindmyllurnar skulu vara longri enn tíggju ár, slær hann fast.
Sokallaða búskaparliga lívslongdin hjá vindmyllunum er mett til umleið somu longd sum longdin á loyvinum til vindorkuverkið, 20-25 ár.
Greitt er heldur ikki, hvørjar ítøkiligar avleiðingar tað hevur fyri lundina, at 20 av teimum 68 myllunum standa stillar.
- Vit hava ongan meting av tapinum í framleiðsluni enn, tað týdningarmesta fyri okkum er atlitið at trygdini og síðani at fáa vindmyllurnar í gongd aftur, sigur talsmaðurin fyri Statkraft.
Enn er ikki greitt, nær myllurnar kunnu setast í rakstur aftur.
Kelda: www.sev.fo