Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norsk frágreiðing: Uppaftur størri tørvur á handverkarum í framtíðini

Norska hagstovan, Statistisk Sentralbyrå, metir í nýggjari greining, at fram til 2030 fer tørvurin á yrkislærdum at vaksa munandi meira enn higartil mett. Innan tað privata økið eru tað serliga fólk við yrkisútbúgvingum innan byggi- og annleggsfakini, elektro og vinnuligari framleiðslu, sum størri tørvur verður á. Innan tað almenna er tað serliga starvsfólk innan heilsu, uppaling og læring, sum tørvur verður á.

Norska Hagstovan vísir í greiningini á, at eftirspurningurin eftir faklærdari arbeiðsmegi kann væntast at vaksa nógv skjótari enn útboðið, um ikki tiltøk verða sett í verk fyri at uppraðfesta yrkisútbúgvingarnar. Við verandi gongd metir norska Hagstovan at í alt uml. 130.000 faklærd fara at mangla í 2030. Hetta tal fevnir um bæði privata og almenna geiran.

Norska arbeiðsgevarafelagið vísir somuleiðis á, at tað er neyðugt at uppraðfesta yrkisútbúgvingarnar fyri at fyribyrgja einum kritiskum tørvi á arbeiðsmegi í framtíðini.

Hóast greiningin hjá norsku Hagstovuni ikki er ein endaligur fasitlisti, gevur hon tó greiðar ábendingar um, at eftirspurningurin úr Noregi eftir føroyskum handverkarum fer at halda fram í nógv ár afturat.

Kelda: ssb.no og nho.no