
Norrøn høvuðsstaðarstevna í Tórshavn
Norrønu Feløgini í norðurlendsku høvuðsstøðunum hittast í Tórshavn um vikuskifti til at halda fyrstu høvuðsstaðarstevnuna í Føroyum. Fjølbroytt færoysk/íslendsk skrá verður á stevnuni hesaferð.
Høvuðsstaðardeildirnar í Norrønu feløgunum hittast á hvørjum ári skiftivís millum teir ymsu høvuðsstaðirnar fyri at skifta orð um felags áhugamál á grasrótarstøði, men eisini fyri at nema sær kunnleika um býirnar. Nú fáa limirnir eisini høvi at uppliva Tórshavn á fyrsta sinni. Tað fegnast hinir høvuðsstaðirnir um, og tessvegna er luttøkan í ár eisini størri enn hon plagar.
Føroyingar hava fyrr víst áhuga fyri at halda høvuðsstaðarstevnuna, men hetta er ikki vorðið veruleiki fyrr enn í ár. Reykjavík átti tørn at halda stevnuna í 2017, og valdi at lata rættin víðari til Føroya, ella sagt á annan hátt, at halda stevnuna saman við føroyingum í Tórshavn.
Høvuðsorsøkin skal síggjast í ynskinum hjá føroyska landsstýrinum at Føroyar gerast fullgildugur limur í Norðurlandaráðnum. Tí metti Norræna Félagið í Reykjavík tað vera upplagt at stuðla hesum ynski føroyinga við at halda høvuðsstaðarstevnina í Tórshavn.
Norrøna Felagið í Reykjavík metir, at Føroyar á mangan hátt er miðdepil í norðurlendska samstarvinum. Føroyska tjóðin og søga hennara hevur sterkar røtur í norðurlendskari søgu og menning. Feløgini eru livandi dømi um rættin til fullgyldugan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Føroyar eru harafturat landafrøðiligur ein miðdepil, haðani leiðir eru í allar norrønar ættir. Tað er tí ein serstakur heiður fyri Reykjavíkurdeild Norræna Félagsins at taka lut í høvuðsstaðarstevnu í Tórshavn við fjølbroyttari skrá, føroyskum/íslendskum tónleiki, http://www.nlh.fo/#/2253/gudrid-og-snorri og umrøðu av umhvørvismálum og framtíðini hjá norðurlendska samstarvinum.
Fh. Norræna félagsins í Reykjavík og Norrøna Felagið í Føroyum.
Björg Eva Erlendsdóttir, formaður s. 8961222
Sigrún Björnsdóttir, varaformaður
Kristján Sveinsson, ritari
María Þorgeirsdóttir, gjaldkeri.
Turid Christophersen, formaður Færeyjum, tel. 522262
Ingi Samuelsen, frkvstj. tel. 217999