Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norra hækkar tollin á matvørum

Lond, sum útflyta matvørur til Norra øtast, nú norðmenn fara at hækka tollin á fleiri matvørum munandi.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013, sum norska stjórnin hevur lagt fram, eru uppskot um at hækka tollin á fleiri útlendskum matvørum munandi. Tollurin á lambakjøt verður 429% og fyri oksakjøt 344%. “Hetta verður gjørt fyri at verja norska landbúnaðarframleiðslu”, sigur Trygve Siegsvold Vedum ráðharri í norsku stjórnini.

Danir útflyta m.a. stórar nøgdir av landbúnaðarvørum til Noregs og vinnugreinstjórin fyri matvørur í Dansk Industri, Ole Linnet Juul sigur, at “ hetta er undrunarvert og oyðileggur marknaðin, í eini tíð har heimurin hevur tørv á størri fríhandli”. ES hevur tí tikið hetta mál upp við tí endamálið at leggja trýst á Norra.

Mett verður tó ikki, at Norra ger seg beinleiðis inn á avtalurnar, sum landi hevur við ES umvegis EBS avtaluna ella ásetingar í WTO sáttmálanum. Men ein av týdningarmiklu bjálkunum undir EBS avtaluni er, at Norra skal minka um tollverjuna á egnum vørum.

Kelda: www.industry.fo & www.di.dk