Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Noreg: Neyðugt at minka umsitingarligu byrðarnar hjá vinnuni

Tørvur er á átøkum, sum muna hjá norskum vinnulívi, sigur stjórin í norska arbeiðsgevarafelagnum, Kristin Skogen Lund, sum verður ein av fyrilestrarhaldarunum á Vinnudegnum fríggjadagin. 

Tørvur er á átøkum, sum muna hjá norskum vinnulívi, sigur stjórin í norska arbeiðsgevarafelagnum, Kristin Skogen Lund, sum verður ein av fyrilestrarhaldarunum á Vinnudegnum fríggjadagin.

Eitt mál hjá norsku stjórnini er at taka burtur lógir ella gera tær einklari, soleiðis at norska vinnulívið kann spara 15 milliardir áðrenn á sumri 2017. Spurningurin er, um norskir myndugleikar geva hesum málinum nóg stóran ans.

46 prosent av fyritøkunum svara í eini meiningakanning, at tey brúka óneyðuga nógva orku til at uppfylla rapporteringskrøvini hjá myndugleikunum. Í 2014 var hetta talið 44 prosent. Fyritøkurnar merkja sostatt ikki, at støðan er vorðin betri.

Vit eru hálvan veg gjøgnum valskeiðið. Nú má okkurt gerast, mælir Kristin Skogen Lund til á ráðstevnuni “Forenklingskonferansen 2015”, sum norska arbeiðsgevarafelagið, NHO, skipar fyri.

Kristin Skogen Lund minnir á, at fyritøkur mugu sleppa frá at nýta virðismikla tíð til at fylgja óneyðugum lógum og við at bíða orsakað av tungum málsgongdum.

Norski kommunu- og moderniseringsráðharrin, Jan Tore Sanner, takkar fyri, at vinnan er ótolin. Vit eru væl í gongd. Møguliga hava vit ringa tíð, men vit eru byrjaði, sigur hann.

Eitt stórt arbeiði við at endurnýggja almenna geiran er byrjað. Arbeiðið við at gera umsitingina einklari er byrja í statinum, og nú verður farið til kommunurnar. Hetta fer at skapa meira brúkaravendan almennan geira, sigur Sanner. Hann sigur harafturat, at sum tað sæst á fíggjarlógini, verður ferðin á arbeiðnum við at talgilda tænastur økt. Tað koma eisini bøttar umstøður innan innkeypi hjá tí almenna, sigur Sanner.

Lars Jacob Hiim, politiskur ráðgevi í Vinnu- og fiskimálaráðnum, sigur, at ráðið merkir, at tað er eitt trýst at koma við broytingum. At gera skipanir einklari er høgt raðfest. Málið er framhaldandi at foreinkla fyri 15 milliardir krónur. Vit eru á veg, og vit síggja ikki nakað, sum skal forða okkum í at náa málinum, sigur Hiim. Høvuðsmálið er at gera tað einklari at hava eina fyritøku í Noreg, og ikki at áleggja vinnuni óneyðugar byrðar.