Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlond vilja basa menniskjahandli

Norðurlendska ráðharraráðið hevur avgjørt at játta fleiri pengar til arbeiðið at steðga menniskjahandli.

Tað var Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, sum í farnu viku legði fram uppskot frá Norðurlendska ráðharraráðnum um norðurlendskt samstarv mótvegis menniskjahandli.

“Handil við menniskjum er grov vanvirðing av mannarættindum. Eisini í Norðurlondum er trupulleikin eyðsýndur. Hetta er ein vanlagna fyri ofrini, og vit kunnu ikki góðtaka, at slíkur ágangur sleppur at virka í okkara samfelag,” sigur Annika Olsen.

Herferðin ímóti menniskjahandli er ikki einføld.

Ráðharraráðið fer at virka fyri, at Norðurlond saman við baltisku londunum samstarva í viðkomandi spurningum.

Talan er um samstarv millum viðkomandi myndugleikar, ið skal hava við sær, at netverk verða ment og styrkt.

Endamálið er at tryggja, at bæði vitan og royndir skulu koma øllum til góðar.

Nýggja samstarvsskráin leggur upp til, at fleiri øki samvirka í átakinum ímóti menniskjahandil.

Lógarverk, arbeiðsmarknaður og heilsu- og almannaøki eru dømi um samstarv, ið skulu styrkjast komandi trý árini.

Tað var breið undirtøka fyri frágreiðingini millum norðurlandaráðslimirnar.