Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendskur umhvørvisráðharrafundur

Í døgunum 26. – 27. mars er Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, á norðurlendskum umhvørvisráðharrafundi, sum verður hildin á Svalbard.

Til umrøðu er, umframt útlátið av CO2, eisini spurningurin um, hvussu vit kunnu avmarka evni, ið steðga stutta tíð í atmosferuni, tað eru t.d. sót, metan og onnur loftevni. Sótið legst á ísin og kavan og fær ísin í Arktis at bráðna nógv skjótari enn áður mett.

Tað hevur stóran týdning at minka útlátið av CO2, men av tí, at tað hevur langa livitíð í atmosferuni, ger trekleikin í veðurlagsskipanini, at tað tekur langa tíð, áðrenn vit síggja úrslitið av minkaða útlátinum. Minka vit útlátið av sóti, síggja vit úrslitið beinan vegin.

Av tí at norðurlond liggja tætt at tí arktiska økinum, er tað sera umráðandi, at norðurlond standa saman um at minka um útlát av sóti og øðrum partiklum, ið steðga stutta tíð í atmosferuni. Tí arbeiða norðurlondini nú við eini felags yvirlýsing um, hvussu minkast kann um skaðiligu útlátini, ið gera stóran skaða á Arktiska økið.