Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendskur skjalasavnsdagur - ”Opið hús” á Landsskjalasavninum: Hvalaveiða á skjalasavnsdegi

Leygardagin 9. november er norðurlendskur skjalasavnsdagur. Landsskjalasavnið hevur opið hús, og framløgur verða um hvalaveiðu.

Tá ber til at vitja í høvuðsgoymsluni í V.U. Hammershaimbsgøtu 11 frá kl. 14 til 18.

Klokkan 15 verða verða tvær áhugaverdar framløgur um hvalaveiðu.

Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur, hevur framløgu, ið hann nevnir “Føroysk stórhvalaveiða – meira enn olja og mjøl” og Erland V. Joensen, savnvørður á Fornminnissavninum, hevur framløgu, ið nevnist “Hvalastøðin við Áir – ein museal varðveiting av einum ídnaðarminni. Møguleikar og avbjóðingar”.

Framløgurnar vera í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16.

Í Føroyum hevur verið samljóð millum stórhvalaveiðu og bygdasamfelagið. Føroyingar kendu jú til tvøst sum mannaføði og í Føroyum gjørdist stórhvalatvøst týðandi og bíligur matur við høgum føðsluvirði.

Umframt regluliga mettu fingu nógvir føroyingar arbeiði á hvalastøðunum og á hvalabátunum, og stórhvalaveiða stuðlaði tí væl upp undir framburðin í føroyska samfelagnum. Tað eru óivað fá støð í heiminum har stórhvalaveiða man hava verið so stórur partur av mentanini í samfelagnum.

Hetta sæst eisini aftur í teimum skjølum, sum Landsskjalasavnið hevur í varðveitslu.

Savnið hevur í goymslum sínum skipaskrásetingarskjøl, manningarlistar, mynstringarbøkur, skipsdagbøkur, mátibrøv, tilfar um hvalastøðir, prísásetingar fyri tvøst o.m.a., ið hevur við hvalaveiðu at gera.

Sí annars www.savn.fo

Á hvørjum ári verður, í øllum norðurlondum, hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánaði. Landsskjalasavnið hevur í hesum sambandi ”opið hús” leygardagin 9. november, tá opið er fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Høvi verður at vitja lesistovu og høvuðsgoymslu í V.U.Hammershaimbsgøtu 11.

Vanliga eru tað annars bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til goymslurnar.