Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendskur sjónleikafestivalur í Nólsoy

Meginfelag áhugaleikara Føroya hevur um vikuskiftið skipað fyri norðurlendskum festivali í Nólsoy. Hetta er ein festivalur við smáum sjónleikum, sum íslendingar og føroyingar skrivaðu og framførdu. Endamálið er at venja fólk upp til allar tættir í sjónleiki. Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs heilsaði festivalinum við hesum orðum:

Tað er ikki á hvørjum degi, tú hevur høvi at uppliva heilar 12 nýskrivaðar sjónleikir eftir nøkrum fáum tímum. Men tað kanst tú í Nólsoy í dag.

Víst eitur dagurin Norðurlendskur smáleikafestivalur, men tað er ongin, sum sigur, at smáleikir ikki kunna vera eins væl frágingnir og størri leikir – bæði í handriti, leikstjórn, pallsmíði og leiki.

Væl valt

Hetta er fyrsta ferðin, ein slíkur festivalur verður hildin í Føroyum. Eg haldi, at væl er valt hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya at hava festivalin her í Nolsoy. Nólsoy liggur so væl fyri, samstundis sum her er friðarligt og umstøðurnar góðar at savna seg um uppgávuna.

 Nólsoyingar hava ans fyri at bera fram. Tak bara ta ríku kvæðamentan, sum hevur livað í Nólsoy í øldir. Og hvør kundi sum nólsoyingar við rímum seta orð á standin í landinum tann tíð, tað var.

Burtur úr kom eitt nú tað tiltikna teitið Fuglakvæðið, sum enn livir í okkara bókmentum og framvegis verður kvøðið. Nólsoyingar vóru uppi undir loftinum, tá teir við lív og sál bóru kvæði og vísur fram við slíkari innlivan, at nútíðarinnar sjónleikarar kunnu fáa góðan íblástur frá teimum.

At nólsoyingar ikki eru fyri nothing í dagsins sjónleiki, sóu vit, tá tit herfyri framførdu leikin Havgird, bæði her í Føroyum, í Íslandi og Noregi við sjáldsama góðum ummælum. Eftirspurningur var eisini eftir leikinum, bæði niðri á evropeiska meginlandinum og vesturi í Kanada.

Tað eigur at geva blóð á tonnina at virka fyri at menna sjónleikin bæði her og aðrastaðni.

Sprottið úr leiklistaskúlanum

Á smáleikafestivalinum í dag eru tað serliga føroyingar og íslendingar, sum fara at vísa síni kynstur við seks smáleikum úr hvørjum landi. Ætlanin er sum frálíður at víðka samstarvið til fleiri norðurlond, og í teimum ørindum eru umboð fyri danskar áhugaleikarar við á hesi stevnu.

Dagsins leikir eru sprotnir úr árliga leiklistaskúlanum hjá MÁF, sum farið varð undir fyri nøkrum árum síðani. Leiklistaskúlin stendur í fimm dagar, og tey, sum undirvísa, eru øll fólk, sum hava leiklist sum yrki”.

Hugskotið er íslendskt og íslendsku Sigrun Valbergsdóttir og Ágústa Skúladóttir eru drívmegin í leiklistaskúlanum.

Týdning fyri allan sjónleik

Hetta er fyrsta ferðin, festivalurin verður hildin í Føroyum. Í fjør vóru føroyingar á einum slíkum festivali í Íslandi við seks leikum. Har hevur tað víst seg, at festivalurin mennir áhugan fyri at skriva til pall.

Ein fyrimunur er, at áhugaleikarar megna at spæla leikirnar, og leikirnir eru samstundis eitt gylt høvi hjá teimum, sum vilja skriva og leikstjórna, at royna sínar gávur og hugskot.

Samaumtikið eitt sera gott átak til frama fyri áhugaleikin í Føroyum, sum óivað eisini fer at fáa týdning fyri allan sjónleik í Føroyum sum frálíður.

Havið tit ein góðan dag!

Við hesum orðum er Norðurlendski smáleikafestivalurin í Nólsoy settur!