Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendskur samstarvsráðharrafundur um korona

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittust talgilt mikudagin til ein bráðfeingis samstarvsráðharrafund, at viðgera støðuna viðvíkjandi koronasmittuni í Norðurlondum.

Evni ið vóru umrødd vóru kunning um tiltøk, sum londini hava sett í verk, umrøða av hvussu norðurlandasamstarvið kann verða ein partur av loysnini og hvussu skrivstovan hjá ráðharraráðnum kann hjálpa við kunning til borgararnar, um viðurskifti, ið hava týdning tvørturum landamørk í norðurlondum.

“Henda íkomna støðan vísir okkum í roynd og veru hvussu samantengd okkara samfeløg í norðurlondum og umheiminum er. Nú tá vit seta ferðina niður, er tørvur á, at norðurlond stuðla hvør øðrum og loyva borgarum við legitimum orsøkum – t.d. sjófólk – at ferðast millum londini, í tann mun tað er tørvur á tí. 

Hetta tók eg upp við hinar samstarvsráðharrarnar, og hini londini hava somu avbjóðingar við fólki, ið pendla til arbeiðis tvørturum landamørk, so hetta fara vit at nýta stóra orka uppá at loysa. Tað hevur størstan týdning, at vit í norðurlondum standa saman og stuðla hvør øðrum í hesi avbjóðandi tíð”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.