
Alheimsroykleysur dagur er í dag, og í tí sambandi skrivaðu Norðurlendsku krabbameinsfeløgini ta áheitan, at tubbaksvørur skulu vera í pakka, sum er einfaldur.
Norðurlendsku krabbameinsfeløgini sameinast um at fyribyrja tubbaksnýtslu ímillum børn og ung
NCU, sum er felagsskapur hjá Norðurlendsku krabbameinsfeløgnum, hevði í gjár fund í Reykjavík.
Alheimsroykleysur dagur er í dag, og í tí sambandi skrivaðu Norðurlendsku krabbameinsfeløgini ta áheitan, at tubbaksvørur skulu vera í pakka, sum er einfaldur. Tað merkir, at tað skal vera bannað at nýta búmerki, litir, merkjamyndir ella átaksupplýsingar. Á pakkanum skal einans vera merkjanavn og vørunavn víst í heilt einføldum liti og skriftsniði.
Hvørt ár doyggja 37.800 fólk í Norðurlondum av sjúkum, ið elvdar eru av tubbaki, og um allan heim doyggja seks milliónir. Roknað verður við, at í Føroyum doyggja umleið 120. Nógv teirra doyggja av krabbameini. Norðurlendsku krabbameinsfeløgini sameinast tí í dag á Alheimsroykleysa degnum við tí felagsmáli at fyribyrgja tubbaksnýtslu ímillum børn og ung.
Áheitanin er her:
Norðurlendsku krabbameinsfeløgini vórðu eisini boðin at vitja á Bessastøðum. Á myndini eru Ragnheiður Haraldsdóttir, formaður í NCU, Ólavur Ragnar Grímsson, forseti Íslands og Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum.