Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendsku grannskoðaranevndirnar møttust í Oslo

Mánadagin 22. apríl 2013 vóru løgtingsgrannskoðararnir á fundi í Oslo saman við grannskoðarum úr hinum norðurlondunum.

Á fundinum varð m.a. kunnað um tær ymisku parlamentarisku grannskoðanarskipanirnar, umframt at fleiri onnur áhugaverd evni innan parlamentariska grannskoðan vórðu umrødd.

Úr Føroyum luttóku løgtingsgrannskoðararnir Reimund Langgaard og Joen Magnus Rasmussen.

Á myndini síggjast luttakararnir, sum eru úr Finlandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi, Álandi, Grønlandi og Føroyum.