Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Menning av einum felags norðurlendskum orkumarknaði er eitt áhugavert evni fyri Grønland, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin Kuupik Kleist.

Norðurlendskt orkusamstarv í fokus

Norðurlond brynja seg til grønan vøkstur og samstarva tvørturum landamørk um burðardygga menning og orkurætta bygging.

- Eg síggi fram til samstarvsmøguleikarnar millum londini. Millum annað hyggja vit at møguleikunum fyri at seta á stovn ein felags norðurlendskan orkumarknað, sigur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, ið var við á fundinum, við Sermitsiaq.

- Eitt dømi um samarbeiði kemur frá Íslandi, sum hevur søkt um at byggja eitt vatnorkuverk í Eysturgrønlandi, greiðir hann frá.

Men fleiri aðrir møguleikar eru fyri samstarvi, kom fram á fundinum millum norðurlendsku stjórnarleiðararnar, sum hava fingið átta tilmæli at taka støðu til.

Her eru tilmælini

Tilmælini snúgva seg um at:

1. Menna norðurlendskt samstarv um royndarstøð fyri grønum loysnum

2. Samstarv um útbygging og gransking av grønum vøkstri

3. Fremja brúkarafleksilibilitet á norðurlendska elmarknaðinum

4. Samstarv um grønar tekniskar normar og standardir

5. Samstarv um grønt alment innkeyp

6. Menna tekniskar og hættir fyri handfaring av burturkasti

7. Fremja integratión av umhvørvi og veðurlagi í menningarsamstarvið

 8. Samskipa og styrkja fígging av grønum íløgum og øðrum tiltøkum

Ætlanin er at eftirmeta, hvussu langt ymisku londini eru komin við málunum, á summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum í 2012.

Kelda: www.sev.fo