Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendskt filmsmaraton

Norðurlendskt filmsmaraton 2., 3. og 4. februar

Tíðindaskriv: 

Í februar vísa vit allar fimm filmarnar, sum vóru tilnevndir filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015.

Fúsi, Ísland
2. februar kl. 19.30
Filmurin hjá Degi Kári, leikstjóra, er ein varlig, hjartanemandi persónslýsing av einum mildum risa. Bæði pína og sjarma, stórt og smátt og algildug evni sum góðvild, næstrakærleiki og náði verða miðlað í hesum humanistiska filminum.
94 min. 

Stille Hjerte, Danmark.
3. februar kl. 17.00
Leikstjórin Bille August og handritshøvundurin Christian Torpe fortelja meistarliga eina blóðheita søga um eitt ógloymandi vikuskifti, har eina familja má fyrihalda seg til eina mammu sum ynskir at doyggja.
98 min. 

They Have Escaped, Finnland.
3. februar kl. 19.30
Eitt hugtakandi drama um at blíva vaksin, ein spennandi road-movie, ein narkotisk dreymamynd. Filmurin hjá Jukka-Pekka Valkeapääs blandar fleiri filmssløg, og úrslitið er eitt óstýriligt ekspressjonistiskt ævintýr fyri vaksin.
102 min.

Mot naturen, Noreg
4. februar kl. 17.00
Í "Mot naturen" skapar Ole Giæver eina hugleiðing um okkara samtíðarlív og tann norðurlendska mannin í dag. Ein kollasja av sinnismyndum, sum siga frá minnum, dreymum, vónum og kenslum.
80 min.

Gentlemen, Svøríki
4. februar kl. 19.30
Í "Gentlemen" hjá Mikael Marcimain fara vit inn í eina søgu har tíð og samleiki er eins flótandi og markið millum dreym og veruleika. Eitt einastandi, persónligt, spælandi og reflekterað verk.
141 min

Sí meira á nlh.fo