Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendski listafestivalurin í Washington í 2013

Røðan hjá landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, í samband við listafestivalin í Washington:

Orsøkin

Kennedy-Centrið í Washington hevur ynskt at seta ljóskastaran á norðurlendska mentan og list. Hetta verður gjørt á Listafestivali í Washington í februar-mars 2013. Í hesum sambandi hava tey vent sær til norðurlendsku sendistovurnar í Washington, sum síðan hava latið boðini víðari til Norðurlendska Ráðharraráðið í Keypmannahavn.

Umvegis Norðurlendska Ráharraráðið og og danska mentamálaráðið hava Føroyar gjørt vart við, at tað hevur týdning at føroysk mentan og list eisini verður umboðað.

Tilgongdin

Fyri Føroyar hevur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, staðið fyri samskiftinum við fyrireikararnar í Washington. Hetta hevði við sær , at fýra fólk frá Kennedy-sentrinum vitjaðu í Føroyum í juni mánað í ár, júst tá ið vit hildu mentanarnátt í høvuðsstaðnum. Ørindi teirra vóru at finna tilfar, sum skuldi við í skránna fyri festivalin í 2013. Fólkini fingu eina skjóta kunning um føroyska mentan og list, tey hittu listafólk, vitjaðu framsýningar og stovnar, og tey kundu við egnum eygum og oyrum gera sær eina meting av føroyskum lista- og mentanarlívi. Vitan, tey kundu hava við sær aftur til Washington at arbeiða víðari við.

Fyrireikingarnar

Fyrireikingarnar eru nú komnar so langt áleiðis, at skráin er um at verða endaliga løgd, og endaligar avtalur um at vera komnar upp á pláss. Vit hava leingi vitað at frá føroyskari síðu fer Eivør at luttaka, at tónlistabólkurin Yggdrasil skal luttaka, og nú hava vit eisini frætt, at Tróndur Patursson skal myndprýða inngangshøllina í Washington við uml. 100 glasfuglum.

Møguliga verða aðrir føroyskir luttakarar eisini, men tað fáa vit so at hoyra um seinni.

Úrslitið

Úrslitið ber einki til at siga um enn, men eg kann longu nú siga, at eg fegnist stórliga saman við føroyskum listafólkum um, at hetta ber til, og eg fari at ynskja tykkum øllum góða eydnu við fyrireikingunum og luttøkuni í Washington.