Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðurlendskar grannskoðaranevndir í Keypmannahavn

Mánadagin 19. mars 2012 vóru løgtingsgrannskoðararnir á fundi í Keypmannahavn saman við grannskoðarum úr hinum norðurlondunum. Statsrevisorarnir í Danmark høvdu boðið til fundin.

Fleiri áhugaverd evni innan parlamentariska grannskoðan vórðu umrødd, m.a. gagn og nytta av almennari grannskoðan, sambandið millum grannskoðarar, parlament, stjórn og miðlar, og leikluturin hjá grannskoðarunum í sambandi við hvussu stjórnirnar handfara t.d. fíggjarkreppu.

Á myndini síggja vit føroysku løgtingsgrannskoðararnar saman við luttakarunum úr Finlandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi, Álandi og Grønlandi.