Norðurlendska Krabbameinsfelagið á fundi í Danmark
Nordic Cancer Union (NCU) er eitt felag, har øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini eru limir. Í løtuni hevur Føroyar formansskapin í NCU. NCU hevði í síðstu viku fund á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Á myndini omanfyri eru umboð fyri øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini uttanfyri Norðuratlantsbryggjuna.
Nógv áhugaverd mál vóru á skránni á fundinum, ið varð hildin 4. juni 2012. M.a. skuldi NCU velja formann til Vísindaligu nevndina undir NCU, sum árliga býtir út uml. 5 milliónir krónir í stuðli til gransking í krabbameini í Norðanlondum. Semja varð um at Johan Poulsen, føroyskur yvirlækni, skal verða formaður í Vísindaligu nevndini næstu 3 árini. Hetta meðan Føroyar hevur formansskapin í felagnum.
Umframt hetta var húðkrabbi á skránni. Húðkrabbi er vaksin við fullari ferð í Norðanlondum seinastu árini. Orsøkin til hetta er, at vit ofta brenna okkum í sólini og brúka ov nógv solarium. Talið av tilburðum veksur bæði fyri menn og kvinnur í Norðanlondum og einki týðir uppá, at talið av tilburðum fer at lækka. Tvørturímóti. Í 2011 hevði Danmark tann ivasama heiður, at seta heimsmet í tilburðum av húðkrabba fyri kvinnur í aldrinum 15-39 ár.
Fyri at gera eina roynd at venda gongdini, hevur NCU gjørt av at stuðla einari verkætlan, ið hevur til endamáls at fyribyrgja húðkrabba í øllum Norðanlondum. Í hesari verkætlan skulu øll Norðanlond í samstarvi við ferðavinnuna og lýsingarfyritøkur, arbeiða fram ímótir at fyribyrgja húðkrabba. Hvørt limaland hevur valt sín kontaktpersón til verkætlanina, og føroyski kontaktpersónurin er Brynhild Høgnadóttir.
Næsti fundur í NCU verður í Føroyum tann 9. og 10. september 2012.