Norðurlendsk verkætlan um náttúruvegleiðing
Høvuðsendamálið við verkætlanini er at fáa gjørt eina frágreiðing við dømum um góða náttúruvegleiðing til børn og ung, ið síðani kann vera hent amboð at nýta hjá náttúruvegleiðarum, umsitingarstovnum, felagsskapum o.ø., sum á onkran hátt fáast við náttúruvegleiðing.
Skipanin undir Norðurlanda ráðharraráðnum hevur játtað pening til eina 1-ára verkætlan við heitinum “Naturvejledning for børn og unge i Norden”. Luttakaralondini eru Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland, Ísland og Føroyar. Umhvørvisstovan umboðar Føroyar í verkætlanini. Samskipanin er hjá danska stovninum Skov & Landskab, ið er partur av Det Biovidenskabelige Fakultet við Keypmannahavnar Universitet. Les meira um verkætlanina her.
Nú fígging er fingin til vega, verður farið undir ítøkiligu tilrættaleggingina av verkætlanini.
Skipað náttúruvegleiðing er seinnu árini vorðin ein týðandi táttur í teimum flestu Norðurlondunum, og breið semja er um stóra jaliga týdningin av hesum. Ikki minst er týdningarmikið at náa børnum og ungum við kunning og vegleiðing um ymisk náttúruviðurskifti, og at kveikja bæði ans og undran fyri tí, sum í náttúruni rørist. Í Føroyum verður longu skipað fyri ymiskum tilboðum í samband við náttúruvegleiðing til bæði barnagarðar og skúlar, tó at ymsu tilboðini ikki eru samskipað. Av vælumtóktum tilboðum kunnu verða nevnd sum dømi: vitjanir á t.d. Sjósavninum og Náttúrugripasavninum, Savnsfagnaðurin, vitjanir og túrar við Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, náttúruvegleiðingartúrar ið Herborg Nyholm Debess og William Simonsen hava skipað fyri, túrar við seglskipunum Norðlýsinum og Westward Hoo, vitjanir í viðarlundunum kring landið og á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, vitjanir á bóndagørðum í samband við fjallgongu og fletting, virksemið hjá skótafeløgunum o.s.fr.
Høvuðsendamálið við verkætlanini er at fáa gjørt eina frágreiðing við dømum um góða náttúruvegleiðing til børn og ung, ið síðani kann vera hent amboð at nýta hjá náttúruvegleiðarum, umsitingarstovnum, felagsskapum o.ø., sum á onkran hátt fáast við náttúruvegleiðing.