Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vikuskiftið 21. og 22. september 2018, verður norðurlendsk ráðstevna fyri kvinnur, sum hava havt bróstkrabba. Tað er bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum, sum skipar fyri.

Norðurlendsk bróstkrabbaráðstevna 2018

Dan Klein --- 30.06.2018 - 08:00

Vikuskiftið 21. og 22. september 2018, verður norðurlendsk ráðstevna á Hotel Føroyum, fyri kvinnur, sum hava havt bróstkrabba. Tað er bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum, sum skipar fyri.
 
Ráðstevnan er fyri kvinnur, sum hava havt bróstkrabba og arbeiða sum sjálvboðin hjá Krabbameinsfeløgum í norðanlondum. Talan er um eina afturvendandi ráðstevnu, ið verður hildin annað hvørt ár.
 
Endamálið við ráðstevnuni er at geva sjálvbodnum eitt høvi at koma saman, fáa undirvísing og íblástur frá hvørjum ørðum. Umleið 140 kvinnur luttaka ráðstevnuna.
 
Kvinnur, ið hava ella hava havt bróstkrabba og heilsustarvsfólk eru vælkomin at luttaka, fyri at fáa nýggja vitan og íblástur innan viðgerð og røkt av bróstkrabba.
 
Rástevnan kostar kr. 1200,- í prísinum eru fyrilestrar og matur v.m. Sí hjálagda skrá her: http://www.krabbamein.fo/Files/Billeder/Nýggj%20heimasíða/Bólkar/Bót%20til%20Bata/Nordisk%20brystkræftkonference%202018/Skrá%20Norðurlendsk%20bróstkrabbaráðstevna%202018.pdf
 
Tað er avmarkað pláss, so um tit ynskja at luttaka ræður um at melda seg til skjótast gjørligt.
 
Tilmelding á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi mánadagin 20. august 2018.