Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðoya Kunningarstova flytur heim á Biskupsstøð

Í løtuni er Norðoya Kunningarstova uttan hølir, meðan flutt verður úr hølunum hjá Klaksvíkar Sløkkiliði heim í søguliga handilsbygningin á Biskupsstøð, sum verður nýggja sætið hjá kunningarstovuni.

- Av tí at vit eru uttan hølir fyri tíðina, og flytingin heim á Biskopstøð er farin í gongd, er Norðoya Kunningarstova stongd, inntil lýst verður, at kunningarstovan letur upp í nýggjum hølum.

Soleiðis ljóða boðini frá kunningarstovuni, sum í løtuni hevur úr at gera við at flyta heim í hølini, sum tey leingi hava ynskt sær.

Í brátt farna ári tók kommunan avgerð um at høvuðsumvæla partar av bygninginum á Biskupsstøð.

Seinastu árini hevur Norðoya Heimavirki hildið til í bygninginum, men nú umvælingararbeiðið er framt, er tað møguligt hjá bæði Norðoya Heimavirki og Norðoya Kunningarstovu at húsast í hesum søguliga bygningi, ið má sigast at hóska væl til hesar báðar fyritøkur – eisini tí hann er mitt í býnum og tætt við farstøðina.

Maiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, upplýsir, at hóast tey í løtuni hava stongt, so ber tó til at ringja á kunningarstovuna millum kl. 11-13, og tey svara eisini teldupostum, ið verða sendir teimum á info@klaksvik.fo.

Norðoya Kunningarstova hevur telefon 456939, fartelefon 216939 og teldupost-adressuna info@klaksvik.fo, og heimasíðan er at finna á adressunum:

www.visitnordoy.fo og www.visitklaksvik.fo.

 Kelda: www.klaksvik.fo