Norðmenn vónsviknir av vindorkuframleiðsluni
Norsku vindorkulundirnar framleiða sum heild minni enn upplýst í loyvisumsóknunum. Mynd: Håkon Jacobsen "Skrásetta framleiðslan bæði í ár og undanfarin ár er lægri enn væntað".
Hesin setningurin gongur aftur í ársfrágreiðingunum hjá Norges vassdrags- og energidirektorat (NVE) um vindorkuframleiðsluna í Norra.
Sambært NVE hava vindorkuframleiðararnir higartil verið í so bjartskygdir í sínum metingum av, hvussu nógvan streym vindmyllurnar kunnu framleiða.
Tað skrivar Teknisk Ukeblad.
Stórur munur
Stórur munur er á vindorkuframleiðsluni frá ári til ár, alt eftir vindviðurskiftunum.
Sama er galdandi fyri vatnorkuframleiðsluna, ið sveiggjar frá turrum til vát ár.
Til tess at rokna út, hvussu nógva orku vindorkuverkini áttu at framleitt hvørt einstakt ár, brúkar NVE Kjeller Vindteknikk til at gera vindútrokningar, har vindorkuverkini eru.
Við at samanbera tøl frá undanfarnu árum, verður funnið útav, hvussu stórum avvikum frá uppgivnari vanligari framleiðslu roknast kann við í hvørjum einstøkum ári.
Trupulleikin hjá vindorkuvinnuni er, at veruliga framleiðslan á hvørjum ári er nógv lægri enn hon átti at verið. Vindorkufelagið Norwea viðgongur, at tey og onnur hava verið í so bjartskygd um vindorkuna.
– Vónirnar um, hvat ið fáast kann burturúr vindorkuni, hava verið yvirmettar. Myllurnar hava havt nógv fleiri tekniskar trupulleikar enn væntað, tær eru ikki settar upp á bestu plássunum og raksturin hevur ikki verið nóg góður. Men aktørarnir byrja so smátt at læra, sigur Carl Gustaf Rye-Florentz, framleiðsluráðgevi, við Teknisk Ukeblad.
25 prosent minni
2008 varð sambært NVE roknað við eini vindorkuframleiðslu upp á 1,2 TWh, men úrslitið var 25 prosent lægri ella 917 GWh.
Og meðan miðal brúkstíðin hetta árið sambært vindútrokningum skuldi verið 2.880 fulllastatímar, var hon ístaðin 2.139, yvir 700 tímar lægri. Árið fyri var avvikið 500 tímar.
Bæði árini høvdu einstøk orkuverk í vanligum rakstri eitt avvik millum metta framleiðslu og skrásetta framleiðslu upp á meira enn 1.000 tímar. Eitt vanligt ár hevur 8.760 tímar.
Tørvur á tiltøkum
Hetta fekk NVE at koma við somu áminningini til vinnuna bæði árini:
- Tørvur er á, at fleiri av vindorkueigarunum seta tiltøk í verk, soleiðis at metta framleiðslan fæst at samsvara betur við, hvat í er realistiskt at rokna við.
Í 2009 var støðan tann sama. Miðalavvikið fyri vindin tað árið var upp á 554 tímar. Meðan tað sambært loyvisumsóknunum áttu at verið framleiddir 2.846 fulllastatímar tað árið, vórðu ístaðin framleiddir bert 2.292.
Glottar at hóma
Men í 2009 var frágreiðingin hjá NVE meiri jalig enn undanfarnu árini.
- Brúkstíðin hjá øllum orkuverkunum undir einum er umleið 2.300 tiímar, varierandi millum 1.500 og 3.800 tímar. Hetta bendir á framgongd, samstundis sum nýggj orkuverk nú verða bygd við breiðari royndargrundarlagi, m.a. tá tað kemur til staðseting av nýggjum vindorkulundum. Sostatt er væntandi, at nýggj orkuverk í miðal fara at kunna vísa eitt betri úrslit enn dagsins 2.300 tímar, skrivaði NVE.
Hendan vónin endurspeglar eisini sjónarmiðini hjá vinnuni um, at alt verður nógv betri, tá elsertifikatmarknaðurin verður settur í verk á nýggjárinum.
Meiri kapping
– Vit rokna við størri kapping um at fáa meiri vind til høldar. Elsertifikatini fara eisini at tryggja veitarunum stuðul fyri hvønn latnan MWh, sigur Rye-Florentz.
Dagligi leiðarin í Jæren Energi, Lars Helge Helvig, er samdur.
Í mai tók felagið nýggjastu vindorkulundina í Norra, Høg-Jæren orkulundina, í nýtslu. Í 2009 fekk felagið tilsøgn um 511 miljónir krónur í framleiðslustuðuli frá Enova.
– Eg haldi, at tað er rætt at hava eina skipan, sum samsýnir mest møguligari framleiðslu og rakstri. Hetta sær út til at virka í Svøríki, og vónandi fer tað eisini at bera til í Norra, sigur Helvig.
Í 2010 var avvikið millum veruliga og metta framleiðslu sambært NVE-frágreiðingini eitt sindur minni enn árini frammanundan. Men sambært NVE komst hetta millum annað av, at summir vindorkuframleiðarar høvdu lækkað framleiðslumetingar sínar, eftir at teir høvdu ásannað, at teir høvdu sett tær ov høgar.
Ikki sernorskur trupulleiki
Á eini ráðstevnu um varandi orku í summar viðgjørdi Eivind Torblaa í Statkraft trupulleikan.
– Framleiðslan hevur verið munandi minni enn væntað, segði hann og staðfesti samstundis, at gjógvin millum forsøgnirnar og veruligu framleiðsluna verður minni so hvørt sum árini ganga.
Tað er tó ikki óvanligt hvørki í Norra, Evropa ella USA, at orkuverkini liggja 10-20 prosent lægri enn mettu framleiðsluna, segði Torblaa.
– Her hevur vinnan framvegis nógv at arbeiða við, og tað hava vit eisini lagt okkum í geyma, legði Statkraft-ráðgevin dent á.
Stór inntriv
Leiðarin í norska Naturvernforbundet, Lars Haltbrekken, heldur lítið um bjartskygnið hjá vindorkuvinnuni.
– Eg haldi, at vit eiga at læra av hesum royndunum, tá hugt verður at vindorkuumsóknunum, sum nú liggja á borðinum og framtíðar umsóknum. Hugt eigur at verða at, um hetta loysir seg í mun til tað, sum er møguligt í dag, sigur hann.
Fyri hann og Naturvernforbundet er tað sera umráðandi at kanna, hvussu nógva orku tað í roynd og veru ber til at fáa burturúr einum náttúruinntrivi.
– Inntrivið er jú tað sama, hóast framleiðslumálið ikki verður rokkið. Og fáa vit eitt stórt inntriv og lítla orku burturúr tí, er talan um vánaliga umsiting av náttúruríkidøminum, sigur Haltbrekken, ið heldur, at orkueffektivisering er eitt nógv effektivari veðurlagsátak enn stórar útbyggingar av vindorku.
Økja førleikarnar
Norwea heldur, at vindorkuvinnan hevur møguleika fyri at økja munandi um framleiðsluna. Arbeitt verður miðvíst við at økja førleikan hjá limunum, millum annað umvegis ein rakstrar- og viðlíkahaldsbólk, har allar royndir verða savnaðar.
– Eigararnir av norsku vindorkuverkunum eiga at samstarva meir og betur. Fleiri av eigarunum hava somu trupulleikar og eiga at taka lógvatøk saman um at loysa teir. Norsku viðurskiftini eru øðrvísi enn svensku, donsku og týsku, men lærdómur kann eisini fáast úr útlandinum, sigur Carl Gustav Rye-Florenz í Statkraft við Teknisk Ukeblad.
Hann heldur, at tøkniliga menningin innan vindorku gongur somikið skjótt, og at nýggjar myllur sum frálíður fara at økja munandi um streymframleiðsluna.
Kelda: www.sev.fo