Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lisbeth Berg-Hansen

Norðmenn leggja ætlan fyri marina gransking

Vinnuhúsið: Norðmenn leggja nú nýggja ætlan fyri marina gransking fram til 2021. Norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen hevur stórar vónir til granskingarætlanina, sum skal tryggja støðuna hjá Norra sum heimsins fremsta sjómatartjóð.

Norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen hevur sett ein strategibólk at arbeiða við einum uppskoti til eina samlaða ætlan fyri, hvussu marin gransking skal skipast fram til 2021. Norra brúkar 2,8 mia. kr. til marina gransking um árið og høvuðsspurningurin er, um peningurin verður brúktur rætt.

Í hesum sambandi eru allir aktørar innan fiski- og ali vinnuna og granskingarumhvørvini, biðin um at gera sína ávirkan galdandi við at koma við uppskotum til granskingarætlanina.

Tá seinasta freistin fyri at koma við uppskotum var úti seinastu viku, vóru umleið 400 uppskot komin inn. Nú verður tað arbeitt við at greina og leggja til rættis innkomnu uppskotini og síðani ferð strategibólkurin til verka. Arbeiðið við nýggju marinu granskingarstrategiini skal verða liðugt 1. november í ár.

(Kelda: www.intrafish.no)