Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nordens Velfærdscenter vitjar í Føroyum

Mánadagin kemur Nordens Velfærdscenter (NVC) til Føroyar at hava stýrisfund. Í hesum sambandi skipar NVC fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, har tvær verkætlanir verða lagdar fram og umrøddar. Eisini verður pallborðskjak.

Fyrra verkætlanin snýr seg um leiklutin og ábyrgdina hjá fjølmiðlum í mun til hvussu fólk, sum bera brek, verða lýst í fjølmiðlum. Verkætlanin er úrslit av einari trý ára verkætlan í Norðurlendska Handikapppolitiska Ráðnum.

Evnið verður eisini umrøtt í pallborðskjaki, har landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kallsø, Johan Mortensen, leiðslusamskipari í Kringvarpinum, Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting, forkvinnan fyri MBF Carita Bjørklund, og Heini Festirstein fara at luttaka.

Hin verkætlanin snýr seg um, hvussu til ber at forða fyri at børn og familjur teirra verða sosialt marginaliseraði í samfelagnum, við at hond verður tikin um børnini nóg tíðliga. Greitt verður frá úrslitinum av verkætlanini, umframt at filmar verða sýndir.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, setur tiltakið, og umframt framløgurnar verður tónleikur og framsýning o.a.

Norðurlandahúsið er karmur um tiltakið, ið byrjar mánadagin klokkan 11.15 og endar klokkan 14.30. Tiltakið er alment, men neyðugt er at melda til á www.nlh.fo.

Nordens Velfærdscenter (NVC), er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, innan sosial- og heilsuøki. Stovnurin arbeiðir við teimum avbjóðingum, sum norðurlendska vælferðarsamfelagið stendur frammanfyri og við kanningar- og granskingarverkætlanum er NVC við til at menna norðurlendska vælferðarskipanina.