Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NORDAFAR – Ein filmsinstallatión

Kensluborna filmsverkið hjá Martin Mörck og Mikisoq H. Lynge lýsir niðurløgdu og burturgloymdu grønlendsku ídnaðarbygdina Nordafar á trimum filmsløriftum saman við hugtølandi tónleikinum hjá Truls Mörck.

Nordafar

Í 1937 læt Føroyingahavnin, sum liggur 60 km sunnan fyri Nuuk, upp sum altjóða útróðrarhavn við m.a. sjúkrahúsi, útvarpsstøð og pakkhúsi. Í 1953 fekk Nordafar, sum var eitt føroyskt/danskt/norskt virki, konsessión til støðina, sum var virkin til miðuna av áttatiárunum men fór á húsagang í 1980.

Hesin søguligi minnisvarði yvir ein fiskiídnað liggur í dag sum eitt eftirmæli av eini tíð, tá støðin øll var ein meldur av virkisemi. Nú hoyrist bert ein still sjóðan gjøgnum vindeyguni, við útsýni til tær tómu atløgubryggjurnar gjøgnum portrini í teim niðurslitnu pakkhúsunum og tey gloymdu skjølini, sum skróva í vindinum, á havnarskrivstovuni.

Í skurðlinjuni millum náttúru og menniskja

Náttúran kýtir seg at taka aftur Nordafar. Og hon ger tað í sínum egna miskunnarleysa og avgjørda stevi dag fyri dag, ár fyri ár, sum í filminum er lýst við teim fýra árstíðunum, sum renna saman og loysast sundur í ringrás filmsøgunnar.

Verkið, sum er bæði hugvekjandi og listfrøðiliga sannførandi, er tríggir filmir, sum verða vístir samstundis í eini sloyfu á trimum løriftum síð um síð, og áskoðarin verður boðin við á eina kensluborna gonguferð framvið skurðlinjuni millum náttúrunnar og menniskjans tíðarfatan.** Nordafar verður vístur í samstarvi við Norðuratlantsbryggjuna.

Síggj og les meira um filmsverkið á facebookbólkinum hjá Nordafar