Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd

Nólsoyingar skulu hava svimjihyl nú

Nógv er hent í Nólsoy síðani samanleggingina við Tórshavnar Kommunu, og flestu nólsoyingar eru glaðir fyri samanleggingina. Men fleiri mál eru eftir at røkka – t.d. er tann leingi væntaði svimjihylurin ikki komin enn. Hetta fer undirritaði at gera nakað við, verið eg afturvaldur.

Eftir Levi Mørk, vallevni á lista C til kommunuvalið:

Hóast Nólsoyar kommuna var væl fyri fíggjarliga fyri átta árum síðani, valdu nólsoyingar at leggja saman við Havnini, tí teir sóu fyrimunir av at vera við í eini størri eind. Í Nólsoy er eisini hent nógv: Har er komin nýggjur barnagarður, barna- og ungdómshús, ein nýggjur graslíkisvøllur, reint vatn og kloakkskipan. Grótkastið er útbygt, so stór bilferja kundi setast í rutu millum Havnina og Nólsoynna. Trygdin er betri, nú lokala sløkkiliðið er útbygt við brandbili m.a. Ein kunningarstova við café er komin í bygdini, har ferðavinnan í oynni verður samskipað.

Ein mentað oyggj

Ovmikið er hjá nólsoyingum at vera ernir av. Teir hava gjørt vart við seg í mentanarlívinum í Føroyum bæði so og so. Føroyska sang- og kvæðamentanin livir sera væl í Nólsoy. Nógvir nólsoyingar hava listarligar gávur. Teir duga væl at gera løg, at dansa, syngja og kvøða, at spæla sjónleik og at skriva, yrkja og at siga frá søgum. Harumframt verður nógvur ítróttur íðkaður, m.a. stendur kappróðurin sterkt.

Nólsoyggin hevur nógv at bjóða bæði til nólsoyingar sjálvar og til vitjandi á hesi vøkru og spennandi oyggj. Nógv vitja tí oynna - ikki minst skúlar og barnagarðar - og fólk vísa áhuga fyri at sleppa at seta búgv úti í Nólsoy. Nýggj grundøki eru eisini komin, tó at tað tíverri tykist torført hjá fólki at fáa fígging til hetta frá bankunum. Hetta er spell, tí grundarlagið fyri trivnað í Nólsoy er sera gott. Mentan, vísind og arbeiðið í bygdini ganga hond í hond og gera, at felagslívið í bygdini er sera fjøltáttað. Hartil hava nólsoyingar ein serligan samleika, og ættarkenslan hjá teimum, ið hava ættarbond til Nólsoyar, er sterk.

Ynskið hjá Ove skal uppfyllast

Nólsoyingar kunnu ikki minst vera ernir av "Ovastevnuni", sum hevur navnið eftir navnframa nólsoyingin Ova Joensen, ið gjørdi mikla bragdið at rógva einsamallur við bátinum Dianu Victoriu heilar 720 fjórðingar úr Føroyum til Keypmannahavnar uppá bert 42 samdøgur. Ove setti sær sum mál, at hann vildi royna at fremja okkurt virðismikið fyri heimbygd sína. Kom hann fram í øllum góðum, vildi hann syrgja fyri, at ein svimjihylur skuldi verða gjørdur til børnini í Nólsoy, so tey kundu læra at svimja. Tí verður Ovastevnan hildin á hvørjum ári fyri at útvega pening, so lyftið hjá Ova kann fullførast.

Ove Joensen gjørdi sítt bragd á sumri í 1986, men enn er eingin svimjihylur komin, tí stevnan í sær sjálvum gevur ikki nóg mikið til at fíggja verkætlanina. Her mugu størri tøk til. Tað eydnaðist at gera ein svimjihyl í Hesti, sum eisini er partur av Tórshavnar Kommunu, so tað skal eisini kunna lata seg gera í Nólsoy.

Um nakar er, sum dugir at fáa avleiddar fyrimunur og framíhjávinning burtur úr einum slíkum hyli, so eri eg vísur í, at tað duga nólsoyingar, soleiðis at svimjihylurin ikki bara verður til gleði fyri børnini í Nólsoy, men eisini gerst ein væl umtókt attraktión, sum fær nógv fleiri vitjandi – føroyingar so væl sum útlendingar – til oynna at njóta av øllum tí góða, sum Nólsoyggin hevur at bjóða. Sjálvur eri eg tí sannførdur um, at svimjihylurin kann tjena seg lutfalsliga skjótt innaftur.

Gongur tú inn fyri, at nólsoyingar skulu fáa sín svimjihyl, so set krossin við Levi Mørk á lista C til kommunuvalið.