Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nøkur orð um bústaðarpolitikk aftrat

Dan Klein --- 05.10.2017 - 08:56

Tað er fallið Andrasi Róin, stjóra á Bústøðum, fyri bróstið, at Ráðgevarafelagið í nýútkomna ársritinum "Føroysk Ráðgeving" førir fram, at tað almenna eigur at endurskoða sín bústaðarpolitikk, so fleiri aktørar enn Bústaðir kunnu fara undir at seta ferð á bústaðarbyggingina.

Í blaðnum verður nevnt, at ov seint gongur at nøkta bústaðartørvin, tí tað almenna við egnum felag hevur gjørt av at byggja bústaðirnar, ið tørvur er á. Hetta ger, at privatir aktørar halda seg aftur. Undirstrikað verður í blaðnum, at funnist verður ikki at Bústøðum, men almenna bústaðarpolitikkinum.

Ráðgevarafelagið er als ikki ímóti, at skundað verður undir at nøkta tørvin á leigubústøðum. Men seint gongur at fáa hetta gjørt. Lyftið var, at 100 bústaðir skuldu byggjast um árið. So nógvar bústaðir byggir Bústaðir langt frá árliga, og tá onnur bygging er komin í drag, gongur ov seint at nøkta tørvin.

Ráðgevarafelagið veit um privatar byggiverkætlanir, sum ikki eru vorðnar veruleiki ella komu í drag, tá Bústaðir komu á marknaðin. Tað var hetta, vit vildu vísa á í ársritinum. Hetta var eitt íkast í kjakið um, hvussu tørvurin á bústøðum kann nøktast. Tann tørvurin kann nøkast skjótari enn nú.

Eitt sindur harmiligt er, at Andras Róin í sínum svari kastar ráðgevaravinnuni onnur motiv fyri at siga hetta, enn hon hevur, m.a. at vilja taka ov stóran vinning. Føroyskar ráðgevara- og byggifyritøkur hava í samstarvi við Bústaðir gjørt fleiri væl eydnaðar verkætlanir. Hetta fegnast vit sjálvsagt um og vóna, at samstarvið heldur fram.

Føroyskir ráðgevarar hava verið sera fleksiblir í hesum samstarvinum, og tí harmar tað okkum, at Bústaðir er farið at innflyta lidnar loysnir uttaneftir, har útlendingar frammanundan hava gjørt bæði byggi- og ráðgevaraarbeiðið. Hetta er ikki samfelagsgagnligt virksemi, tí førleikarnir at byggja bústaðir eru enn í Føroyum.

Høvuðssjónarmið okkara er, at sjálvandi skal alt gerast, sum gerast kann, til tess at nøkta tørvin á leigu- og eigarabústøðum. Men við Bústøðum á marknaðinum hevur tað almenna skapt ta fatan, at Bústaðir megnar at nøkta allan tørvin. Tað megna Bústaðir ikki, og tí er sjálvsagt neyðugt, at onnur eisini byggja.

Selmar Nielsen, form. Í Rágevarafelagnum