Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nógv virksemi i Klubb 188

Eftir at hava verið í jólafrítíð síðani tíðliga í desember í fjør, so letur ungdómshúsið í Hoyvík, ið ber navni KLUBB 188, nú dyrnar uppaftur nu fríggjakvøldið.

Í fjør bleiv ein broyting gjørd í aldursbólkabýtinum í ungdómshúsinum. Hendan broyting var, at ung úr 6. Og 7. Flokki hava atgongd leygarkvøld frá kl. 19.00 til 23.00 og ung úr 8. Flokki til 18 ár hava atgongd fríggjakvøld frá kl. 21.00 til 02.00. Týskvøld frá kl. 18.00 til 22.00 eru ung úr 7 flokki til 18 ár hjartaliga vælkomin.

Tað er blivið til eina siðvenju, at tey ungu skipað fyri KLUBBquiz og baka kaku hvørt týskvøld. Hetta gevur teimum eina eyka hugnaliga samverju í ungdómshúsinum.

Síðani í heyst hevur KLUBB 188 havt útbúnan tónleikara í starvi 1 kvøld um vikuna og hansara uppgáva hevur verið, at lagt teimum ungu lag á tónleikavirksemi í húsinum.

Hetta virksemi hevur verið til stóra gleði fyri ungdómin, og tí verður hetta virksemi nú víðkað soleiðis, at frá byrjan av í hesum árinum, so verður tilboðið víðkað til, at tað verður skipað tónleikavirksemi minst 6 ferðir um mánaðin.

KLUBB 188 er í tøttum samstarvi við Margarinfabrikkina og ungdómshúsið í Nólsoy, tá tað kemur til at fyrireika tey árligu "náttin er ung" tiltøkini í Tórshavnar kommunu.

Vit fara eisini hava fleiri tónleikatiltøk í ár og vit hava keypt 8 nýggjar spæliteldur.

Vegna

Klubb 188 i

Hoyvik

Levi Mørk

Stovnsleiðari