Nógv viðkomandi vitan løgd fram á Aliráðstevnuni
Aliráðstevnan 2020 varð hildin fríggjadagin 28. februar á Hotel Føroyum, og eins og í fjør var fullsett við omanfyri 400 luttakarum. Nógv viðkomandi vitan varð løgd fram, bæði frá føroyskum og útlendskum framløguhaldarum.Á Aliráðstevnuni luttóku fólk frá alivinnuni, undirveitarum, granskingarstovnum og almennum myndugleikum, og umframt at fáa nýggja vitan vóru eisini góðir møguleikar at netverka og hitta fólk í vinnuni.
Eins og undanfarin ár varð hugt eftir gongdini hjá føroysku alivinnuni í 2019, og sammett við gongdina hjá okkara kappingarneytum. Eisini vóru ein røð av styttri og longri fakligum framløgum um viðkomandi evni fyri alivinnuna. Dagurin endaði við at tikið varð aftur í alisøguna, umframt at góð aliúrslit frá farna ári vórðu tikin fram, og fleiri met vóru sett.
Luttakararnir á ráðstevnuni tóktust samdir um, at støðið á framløgunum sum heild var høgt.