Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nógv ferðandi og nógvar súlur í januar

16.200 ferðandi flugu við Atlantic Airways í januar í ár, og tað er sjey prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Eisini hevur satt súlurok verið í kundatænastuni, nú seinasta freist at bíleggja súlu-ferðaseðlar var í gjár

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 16.200 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í januar, og tað er sjey prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

Vøksturin stavar frá øðrum farleiðum enn rutuni til Keypmannahavnar, ið hevði áleið sama ferðafólkatal í januar, sammett við januar í fjør. 

Súluskipanin fer nú í søguna, og eru umleið 18.000 einvegis súlu-ferðaseðlar bílagdir seinasta árið. Fyri einum ári síðani varð boðað frá, at Atlantic Airways gevst við súluskipanini, og nú freistin er um at fara, hevur satt súlurok verið í Kundatænastuni. 

Freistin fyri at bíleggja súluferðaseðlar gekk út í gjár.

Í januar varð flogið rættstundis í 84 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 11 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 99 prosent.

Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at fáa fleiri føroyingar og útlendingar á flog og at menna tænastur felagsins.