Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nógv bíligast at skipa nýggjar undirsjóvartunlar sum almennar verkætlanir

Í sambandi við íløgu í ein møguligan Eysturoyartunnil millum Toftir og Havnina, er spurningurin kannaður av nýggjum um, hvat loysir seg best fíggjarliga fyri føroyska samfelagið. Somuleiðis tá hendan íløgan verður samantvinnað við ein møguligan Sandoyartunnil.

Kanningin vísir, at møguligt er at útvega munandi bíligari fígging, um tað almenna kemur at eiga og reka Eysturoyatunnilin. Fleiri møguleikar eru at skipa ognarskap og fígging, men munurin á ávikavist almennum og privatum ognarskapi burturav, er sera stórur.

Um eitt privat felag skal eiga og reka tunnilin, uttan at tað almenna á nakran hátt er uppií – eitt nú ikki at veita trygd fyri fíggingini – kann meirkostnaðurin mest sannlíkt koma at liggja millum 400 og 800 mió. krónur, alt eftir hvussu høg rentan á eini møguligari privatari verkætlan verður. Privata tunnilsloysnin kostar sostatt minst 40 prosent meira enn tann almenna loysnin. Munurin sæst eisini aftur í ferðaprísinum, um tunnilin skal fíggjast umvegis eitt tunnilsgjald. Ferðaprísurin fyri ein almennan Eysturoyartunnil javnvigar á 37,80 krónur, meðan ferðaprísurin fyri eina privata loysn verður 79,00 krónur. Sostatt er munurin fyri hvønn ferðandi 41,20 krónur.

Verður Eysturoyartunnilin gjørdur sum ein almenn loysn, eru góðir møguleikar fyri at lata hendan fíggja ein møguligan Sandoyartunnil. Hetta kann gerast við at seta ferðaprísin í báðum tunlum til 67 krónur.

Tunnilsgjald er ikki einasta loysnin at tryggja inntøkur til afturgjaldingina av nýggjum undirsjóvartunlum. Ein annar møguleiki er at leggja eyka avgjald á brennievni og ein triði at hækka vegskattin á øllum akførum.

Høvuðsorsøkin til, at ein reint privat verkætlan verður nógv dýrari, er, at útlánsrentan verður munandi hægri, tí fíggingarstovnar meta váðan at vera munandi størri, enn tá tað almenna heilt ella lutvíst veitir trygd fyri fíggingini.

Landsverk hevur gjørt hesa kanningina eftir áheitan frá fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum. Bæði Landsstýrið og Løgtingið eru í vikuni kunnaði um úrslitið av kanningini.

(Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin)

Fortreytir:

Afturgjaldstíð 20 ár

Árligt víðlíkahald pr. metur 775 kr.

Munurin á kredittvirðinum ger, at rentan til privata lántøku er 6,7%, meðan fyri tað almenna er rentan 3,7%.

(Ítøkiligu tølini í talvu og tíðindaskrivi annars skulu sjálvandi takast við neyðugum fyrivarni, tí alt veldst um prísgongd, og nær tað møguliga verður farið undir nýggjar undirsjóvarverkætlanir).

Kelda: www.landsverk.fo