Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nøgdsemi hjá sjúklingum á psykiatrisku deild lýst

Dan Klein --- 16.09.2018 - 08:45

Í kanning, sum er gjørd millum sjúklingar, ið hava verið innlagdir á psykiatrisku seingjardeildini P40, er niðurstøðan, at sjúklingar sum heild eru nøgdir við røkt og viðgerð. Tað eru munir á, hvat ymsir bólkar av sjúklingum halda og hvat tey halda um ymsar partar av røkt og viðgerð. 

Tað eru Marja Lund Gjógvará og Laila Olgarsdóttir, sum hava gjørt kanningina sum part av teirra lesnaði til Master í Heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Tær starvast báðar á Landssjúkrahúsinum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og tær báðar fingu stuðul til verkætlanina frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Kanningin varð skipað sum ein deskriptiv tvørsnitskanning. Hon lýsir nøgdsemi við røkt og viðgerð hjá føroyskum psykiatriskum sjúklingum undir innlegging í Føroyum. Hetta verður sæð út frá einari føroyskari útgávu av einum svenskum spurnablaði, sum verður kallað Kvalitet i Psykiatrisk Vård - (KPV- A). Spurnablaðið, sum er ment í Svøríki, er grundað á kvalitativa kanning, ið viðger, hvat innlagdir sjúklingar sjálvir siga hava týdning fyri tey undir innlegging á einari psykiatriskari deild.

Í alt luttóku 61 sjúklingar (60,8%), sum vóru útskrivaðir frá psykiatrisku seingjardeildini P40 í kanningartíðarskeiðnum. Úrslitini vísa, at sjúklingar sum heild eru nøgdir við røkt og viðgerð við einum miðal skoru á 3.17, har hægsta skora er 4. 

Dimensiónir

M (SD) n=61

1. Stuðul

3,37 (0,84)

2. Møti

3,29 (0,84)

3. Luttøka

2,91 (0,62)

4. Útskriving

3,22 (0,91)

5. Avsíðis umhvørvi

3,46 (0,55)

6. Trygt umhvørvi

3,14  (0,63)

Samanlagt

3,17 (0,52)

Talvan vísir miðalvirði (M) og standard frávik (SD) fyri dimensiónirnar í spurnakanningini. 


Í spurnablaðnum verður spurt inn til 6 ymiskar dimensiónir, kallaðar: “Stuðul” sum er um starvsfólk t.d. stuðlaðu undir, at ein sum sjúklingur á psykiatrisku deild ikki skal føla skomm, “Møti” sum er um, hvussu sjúklingar verða møttir av starvsfólkunum, “Luttøka” sum m.a. er um, hvørja ávirkan ein sum sjúklingur hevur á egna røkt og viðgerð,  “Útskriving” sum er um kunning um uppfylging eftir útskriving, “Avsíðis umhvørvi”, sum er um møguleika fyri at hava eitt privatlív, sum ikki verður órógvað, og “Trygt umhvørvi” sum er um, hvussu tryggir sjúklingarnir kendu seg á deildini.

 

Hægsta meting av nøgdsemi varð funnið innan “Avsíðis umhvørvi” og lægsta nøgdsemi var við “Luttøku” í viðgerðini. Úrslitini vístu, at tað er ymiskt, ið ávirkar nøgdsemi. Eldri sjúklingar vóru betri nøgdir enn teir yngru og menn vóru nøgdari enn kvinnur innan “Trygt umhvørvi”. Sjúklingar, ið mettu teirra sálarligu støðu at vera góða við útskriving, búðu einsamallir áðrenn innlegging, høvdu hægri útbúgving, høvdu fingið at vita, hvar teir kundu klaga og hvør var ábyrgdarhavandi lækni fyri teirra viðgerð, mettu hægri nøgdsemi við røkt og viðgerð í kanningini. Sjúklingar, ið vóru innlagdir við tvingsli, vóru minni nøgdir enn sjúklingar, ið sjálvbodnir vóru innlagdir.

Tað er týdningarmikið og áhugavert, at fáa sjúklingsins sjónarmið við í mun til dygdararbeiði og betranararbeiði. Úrslitini av hesi kanning geva eina ábending um, hvussu sjúklingar uppliva dygdina av røkt og viðgerð. Hendan kanningin vísir á, hvørji øki hava tørv á betran og hvar skal setast inn. Ein kann siga, at kanningin gevur eina betri tilvitan um, hvussu vit kunnu gera eina innlegging so góða sum møguligt.

Hetta er fyrsta nøgdsemiskanning, sum er gjørd ímillum psykiatriskar sjúklingar í Føroyum, hendan kann tí kveikja til aðrar nøgdsemiskanningar. Psykiatriski depilin hevur víst hesi kanning stóran áhuga og ynskir at gongd skal koma á at gera regluligar nøgdsemiskanningar.

Les meira um Høvuðsøkið 1 hjá Sjúkrakassagrunninum herhttps://www.gransking.fo/umbraco/preview/?id=5212#?id=5212