Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Niels Winther nýggjur stjóri í Vinnuhúsinum

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi hevur í dag sett Niels Winther sum stjóra. Hann tekur við starvinum mánadagin 14. februar. 

Niels Winther er 52 ára gamal, og hevur starvast í Vinnuhúsinum síðan 2011. Áðrenn hetta var hann deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og hevur sostatt drúgvar royndir og gott innlit í tað vinnuliga økið. 

Harumframt hevur nýggi stjórin røkt ymisk álitisstørv innan vinnu, útbúgving og gransking. 

Nýggi stjórin er útbúgvin í stjórnmálafrøði og virkisleiðslu. 

Samstundis sum nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi fegnast um at hava sett nýggjan stjóra, vil hon eisini takka Maritu Rasmussen fyri trúgvu tænastuna í Vinnuhúsinum, fyrst sum ráðgevi og síðani sum stjóri í samfull 14 ár. Nevndin ynskir henni blíðan byr í nýggja starvinum sum stjóra á Havstovuni.