Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Niels Midjord og Eilin Hansen, ferðast kring landið og framføra tilfar burtur úr nýggju útgávu teirra

Allan februar mánaða ferðast Niels Midjord og Eilin Hansen kring landið og framføra tilfar burtur úr nýggju útgávu teirra:

Tíðindaskriv

”Faðir vár sálmarøðin hjá Mikkjali á Ryggi sungin til føroysk fólkaløg”.

Faðir vár sálmarøðin eru sálmarnir nr. 394-404 í sálmabókini, har ímillum eru fleiri av teimum bestu sálmunum hjá Mikkjali á Ryggi. Hesir 11 sálmarnir eru bara skrivaðir til trý løg, og júst tað er eitt gylt høvi at vísa, hvussu fjølbroyttur føroyski sálmasangurin var, áðrenn kirkjurnar fingu urgu  um aldarmótið 1900. Og nú er eisini so lætt at gera hetta. Orsøkin er stóra arbeiði, sum Marianne Clausen hevur lagt í føroyskan fólkasang: Hon hevur uppteknað og givið út fýra nótabøkur við tilsamans 3344 føroyskum fólkaløgum og lagabrigdum. Hesi løgini eru so fjølbroytt, at tey væl kundu verið frá ymiskum mentanum. Eisini løgini, sum Marianna hevur uppteknað til sama sálmin eru líka fjølbroytt.

Við tað at tilfarið er so rúgvusmikið, hava tey býtt tað upp soleiðis, at leygardag syngja tey sálmarnar, sum fáa lag frá fimm brigdum av: ”Som den gyldne sol frembryder”, og ein sálm við vísulagi. Sunnudag syngja tey sálmarnar sum fáa lag frá trimum brigdum av: ”Bryder frem i hule sukke” og ein sálm við kvæðalagi. Báðar konsertinar enda við sálmunum, sum fá lag frá trimum brigdum av: ”Vreden din afvend”

Tey bæði byrjaðu í Miðvági síðsta leygardag og vóru so í Norðurlandahúsinum síðsta sunnudag. Skráðin, sum eftir er av mánaðinum, sær soleiðis út:

Leygardagin  13/2  kl. 16:00  í Gøtu (gomlu kirkju)
Sunnudagin   14/2  kl. 1600   í Viðareiðis kirkju
Leygardagin  20/2  kl.16:00   í Kvívíkar kirkju
Sunnudagin    21/2  kl.15:00  í Sands kirkju
Leygardagin   27/2 kl. 16:00   í Hvalvíkar kirkju
Sunnudagin    28/2 kl. 16:00   á Nesi (gomlu kirkju)