Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd frá øðrum landsfundi hjá Framsókn.

Niðurstøða frá landsfundinum 9. juni 2018

Dan Klein --- 10.06.2018 - 08:43

Í Framsókn fegnast vit um, at sitandi samgonga hevur framt fleiri av teimum átroðkandi nýskipanunum, sum undanfarnar samgongur ikki hava ynskt ella megnað at gera nakað við. Vit staðfesta samstundis, at enn eru stór tøk eftir at taka.

Núverandi støða okkara mótvegis Danmark kann ikki halda fram. Føroyar og Danmark skulu tí sum skjótast fara undir samráðingar um ein nýggjan samstarvssáttmála, sum virðir og javnstillar báðar partar. Føroyar skulu í hesi avtalu hava fult sjálvræði. Er ikki rúm fyri sáttmálanum innan karmarnar av donsku grundlógini, verður neyðugt at lata hann virka uttanfyri. 

Havandi staðfest, at vit mugu hava broytingar í ríkisfelagsskapinum, eiga vit at flyta orðaskiftið burtur úr naggatódnini, til snúgva seg um veruligar og virðiligar loysnir fyri báðar partar.

Har, sum vit ikki eru sjálv, eru vit ikki meira enn hálv. Sjálvstøðugur uttanríkis- og samhandilspolitikkur eru altavgerandi fyri føroysku menningina. Nýggi samstarvssáttmálin gevur Føroyum sjálvstøðugan limaskap í øllum altjóða felagsskapum.  

Við neyðugum amboðum skulu vit javna konjunkturarnar og tryggja haldførið í búskapinum – og harvið  frælsið og vælferð okkara. Sitandi samgonga hevur klárað seg rættiliga væl, men til heystar skal hon til sína endaligu roynd. Tað er avgerandi, at vit ásanna, at rúm ikki er fyri øktum rakstri ella størri íløgum. Samlaða virksemið í landinum er ov stórt, og tí mugu vit viðgera samlaða virksemið hjá landi og kommunum undir einum og, um neyðugt, tálma tað við lóg.

Okkara fremsta mál er støðugt at tryggja, at Føroyar eru eitt tíðarhóskandi samfelag. Eins og hetta krevur, at land okkara er sjálvstøðugt og búskaparliga óheft, hevur tað eisini sum fortreyt, at hvør einstakur okkara kennir seg frælsan, við teimum rættindum og skyldum, ið sjálvsagt hoyra einum tíðarhóskandi samfelag til. Hendan fortreyt eigur at vera endurspeglað í øllum lógarsmíði, sama um talan er um mentanarlig, sosial, vinnulig ella etisk mál.

Hetta krevur eisini, at vit standa saman um stovnar, sum eru avgerandi fyri menningina,  lívsgóðskuna og støðufestið í einum tíðarhóskandi samfelag. Ein er útbúgvingar- og mentanarstovnar, ein annar er heilsuverkið. Tað, ið er avgerandi, er at vit raðfesta neyvt og í mun til ta tøku orkuna.

Tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri. Ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, eiga at verða einskildar. Við nýggjari lóggávu um fiskivinnu, alivinnu, ferðavinnu, matstovuvinnu, nýskapan og kreativar vinnur, ganga tær vinnuligu Føroyar móti eini spennandi framtíð.

Tá vit í næstum taka yvir útlendingaøkið, hevur tað alt at siga, at vit gera hetta við so breiðari semju, sum tilber. Vit skulu  gera hetta við skili og brúka neyðugu orkuna til tess. 

Tilflytarar eru og skulu kenna seg vælkomnir í Føroyum. Vit skulu veita teimum møguleikar at liva, mennast og virka, men samstundis tryggja, at teir virða okkara mentan, rættindi og virðir. Størstu virðingina vísa vit teimum við at seta teimum somu krøv, sum vit seta okkum sjálvum, og geva teimum neyðugu tíðina og hjápina - málsliga og á annan hátt - til at lúka tey.