Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Niðri á Sandi er barnagól!

Røða hjá Levi Mørk – Nú Kongabrúgvin hevur fingið nýtt skap!

Góðan dagin tit øll, tað er gleðiligt at síggja tykkum øll her á Kongabrúnni.

Áðrenn eg gevið orði til borgarstjóran og formannin í Havna nevndini, vil eg koma nakað inn á hesa ætlan, sæð í ljósinum av tí politisku gongdini og fari at nema í nakað Kongabrúnna í søguligum høpi.

Alt hetta vakra og hugnaliga økið við Kongabrúnna er í dag dominerað av nógvari bilferðslu og alt ov smølum gongubreytum. Tó er hetta ein fløskuhálsur, sum bæði komandi og farandi skulu ígjøgnum. Hetta er sjálvt býarportrið í Havn, um tað enn er trongt.

Býarskipanardeildin hava leingi arbeitt við at gera hetta økið til ein meira aktivan part av miðbýnum, milllum annað soleiðis, at plássið við munnan av Havnará verður gjørt til eitt uppihaldsøki.

Her hanga fleiri ting saman. Hetta er fyrsti partur av eini umskipan, sum kemur at umfata alt økið millum Kongabrúnna og Essaba sum hevði klædnaforetning fyrr og har er nú Café Natur.

Vit hava við hesari nýskapandi ætlan, endurskapað eitt øki, har fólk nú kunnu vera, kunnu uppihalda sær og hugna sær dagliga. Ja heilt oman móti sjónum.

Henda ætlan er talan er um ein lið í politikkinum hjá sitandi býráðssamgongu um at fríðka um miðbýin. Lat meg líka nevna, at tað sum okkum vantar, sum nú er, er at blíva eingir um eina heildar mið- býarætlan og seta út í kortið.

Vit hava nú dagliga sæð nógv fólk hava nýtt hettar nýggja høvi, sum her er gjørt á Kongabrúnni. Serliga sita tey í hesari trappu og nýta sólina tá ið hon er frammi.

Eg haldi hettar er framúr gott átak vit fáa nú lív í aftur hetta søguliga øki.

Søguligt sýn.

Eg havi hugt eitt sindur um í Havnar søgu eg eri komin fram til, at hetta brúgavskap tók til í 1874, tá ið Fríðrikur 7 kongur kom at vitja.

Hann kom við fylgi við Fregattini Jylland, sum okkum kunnugt, var fyrsta Dammskipið sum føroyingar hava sæð. Eg kann líka nevna at, Fregattin vann jú eisini einasta slagið í Krígnum millum Danmark og Týskland um Slesvík Holsten í 1864.

Kongabrúgvin var tó seinni liðug í 1898 ella 1899

Ein sum skuldi halda røðu fyri kongi í 1874, var AC. Christian Lutzen, sum var dani og útbúgvin lærari og hann var komin nakað til árs, tað sigst at hann tíverri so spentur at møta kongi og at halda røðu, at hann lat lív herniðri á Kongabrúnni. So syrgiligar løtur hava eisini verið.

Fínir men sum Niels Ryberg Finsen (føddur 15. desembur 1860)

Niels sum var Nobels vinnarin hevur slitið sínar barnaskógvar her og ikki at gloyma Áarstovu brøðirnir t.e. Hans Andrias føddur 20. Oktobur 1883 og Janus Djurhuus føddur 1881 - 31. august 1948 og Kjartan Mohr føddur 8. Desember 1899 og mong onnur sjálvsagt.

Ì dag eru tað aðrir góðir menn sum Eirikur Lindenskov og onnur sum her búleikast og hugna um umhvørvið.

Staðarnøvnini eru mong her á rundan um Eystaruvág, fyri at nevna nøkur: Ja, so er Bursatangi, Stangatangi ella Skansatangi, Langaskel, Spískaskel, Fútastova, Nýggjastova, ì Gongini, Leguhúsini, Bainastova, Árstova, Tingstovna. Ikki gloyma øll hini húsini á Reyni, sum eisini hava sína søgu og staðarnøvn.

Havnarmenn stovnaði eitt Nótafelag í 1787 og hetta má sigast at vera kærkomið tá ið tíðini. Nøkur ár seinni í 1809 til 1810, var hungursneyð um allar Føroyar. Men her á Eystaruvág var sera nógvur seiður at fáa akkurát hetta tíðarskeiði. Her var bjargingin at kasta nót í Eystaruvág og havnarmenn fingu 4,5 milliónir seiðir og leisturin at fáa sær nót fór um alt landið.

Vit fingu kommunulógina í 1872, her hava havnarmenn verið frammarlaga, tá ið tað kemur til býarætlan, tí við gerð og nýtsluni av Kongabrúnni í 1898 og ella í 1899, kunnu vit síggja eitt býarætlan heilt niðan í býin – frá Kongabrúnni og niðan í gamla Sparikassan. Vit fingu annars okkara fyrstu byggi samtykt fyri Tórshavn 100 ár seinni í 1972.

Eystaravágur var eisini grindavágur, áðrenn Sandagerð var gjørd til grindavág. Somuleiðis var her nógvur sandur, tað síggja vit eisini i yrkingini “EIN GOMUL KISTA AV KAMFERTRÆ”hjá Hans Andriasi har hann lýsir barna umhvørvið hjá sær við í Áarstovu og við Kongabrúnna

Hetta nýggja skapið her á Kongabrúnni, eigur at føra fleiri onnur átøk við sær, tað skapir meira lív, tað elvir privatpersónum og fyritøkum í økinum at gera meira burturúr, og tað forpliktar okkum eisini at halda umhvørvið reint. Vit mugu heldur ikki gloyma, at hetta er nakað av tí fyrsta, ferðafólkini sum koma inn um býarportrið síggja.

Fyrst innkomnu tilboðini uppá hettar vakra arbeiði vóru ov høg, og valt varð at fara til samráðingar við P/F Nomatek, sum hevði lægra tilboðið, um at fáa sparingar framdar á prosjektið. Tað eydnaðist. ** Byggi og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin mælti síðani býráðnum til at taka undir við tilmælinum og taka av tilboðnum við avtalaðum sparingum frá P/F Nomatek, og at góðkenna sáttmálan. Hetta samtykti býráði eisini.

Eisini vil eg at enda takka øllum sum hava gjørt hetta arbeiði t.e. handverkarar og øll onnur. Hetta er sera væl úr hondum greitt.

Samlaði kostnaðurin er áljóðandi beint oman fyri 1. millión kr.

Lat meg enda við einum brotið av einum av

Árstovuskaldinum úr yrkinkingini

“EIN GOMUL KISTA AV KAMFERTRÆ” - Hans A. Djurhuus

“Gongin lýsir í morgunsól,

tað skróvar í tómum tunnum,

niðri á Sandi er barnagól

og kvaggan av sutlandi dunnum.

Nú gloppar hann hurðina, stendur so

og hyggur í havsbrúgv suður;

havið er havið, og havið ber boð,

um enn er í manninum dugur.

Hjartaliga vælkomin og nú fær okkara kæri borgmeistari Heðin Mortensen orði.

-Levi Mørk,

formaður í byggi og býarskipanarnevndini.