Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyvan taktiskt rætt

Seinastu tvey kommunuvalini, hevur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, skrivað søgu, og hevur sett atkvøðumet. Hann hevur klárað at dragsað eina rúgvu av sínum egnu aftaná sær inn  í býráðið, har flokkurin situr við allari maktini, men politiskt taktiskt  er tað neyvan klókskapur.

Dan Klein, greinar valstríðið - Úr Oyggjatíðindum frá 21. august 2015

Við sera ivasomum veljarakanningum, hevur tað eydnast, at fáa tann boðskapin út, at Javnaðarflokkurin, antin verður størsti flokkurin, ella tann flokkurin, sum fær størst framgongd, men tá avtornar, hevur flokkurin sjálvur ringt við at trúgva hesum boðskapinum.

SvF er við til at seta glans-myndir upp um val- og valúrslit, sjálvt um hesin stovnurin neyvan kann sigast at vera óheftur. Tvørturímóti.

Kringvarpið hevur brúkt tríggjar fyrrverandi løgtings- og fólkatingsumboð, Óla Breckmann, Jóannes Eidesgaard, og Tórbjørn Jacobsen at taka fepurin av politisku støðuni.

Hesir tríggir eru slopnir – uttan nakað sum helst mótspæl frá vertinum, at tosa ávísar flokkar og valevnir undir borðið. Harvið er ikki neyðugt at rósa sínum egnu, sum kortini kom til sjóndar við niðurgerðingini av hinum.

Vit løgdu eisini merki til, at teir gjørdu nógv burturúr teimum báðum valevnunum í Nýtt Sjálvstýri, Bjørn á Heygum, og Zakarias Wang. Her var tað serliga Jóannes Eidesgaard, sum royndu at sparka stólabeinini undan hesum valevnum, við at tosa um vantandi trúvirði, tá hesir, sum ávikavist komu úr Sambandsflokkinum, og Tjóðveldi.

Hjá Javnaðarflokkinum  var støðan ring, longu í tíðini hjá Jóannes Eidesgaard, sum formanni, sum sjálvur staðfesti, at flokkurin mátti finna inn aftur á hugsjónarliga støðið, sum flokkurin annars bygdi sín politikk á, men flokkurin hevur ikki enn funnið inn á rókina.

Flokkurin hevur nú í ártíggir hingið í leysum lofti. Millum alini er mangt hent. M.a. eydnaðist tað einum javnaðar-nevndartoppi, at fáa landsstýrismann  hjá Javnaðarflokkinum í mentamálum, at sekkja ein skúlastjóra, fyri at steðga einari skúla-kanning. Rokningin uppá 3,5 milliónir kr. bleiv send til Landskassan, og í dag stendur ”Rættvísi” ovast á val-plakatini hjá flokkinum.!??

Vit vita bara, at vill ósemja er í Sambandsflokkinum, men í Tjóðveldisflokkinum er alt farið í karið, og er umvent til okkurt ódefineriligt, tí knappliga, og aftaná at hava harta Sambandsflokkin fyri at ganga biddaragongd í Danmark eftir meira blokki, avdúkar Zakarias Wang, at Tjóðveldi, síðani 2001 hevur biddað danskan blokk til flokkin. Danir hava verið blíðir, og givið ríkisstuðul til flokkin, sum higartil svarar til 2,5 milliónir kr.

Tey siga, at borgarligu flokkarnir virða ikki javnstøðu, men vinstrahallu flokkarnir virða heldur ikki tey gomlu, sjúku, tey einsamøllu, veiðu- og verkafólkini í trongum korum. Tá eg einaferð varð spurdur á Landsbókasavninum, hvar føroysku vinstraflokkarnir vóru at finna, svaraði eg: “Veit ikki, men royn kortini í lummanum hjá Fólkaflokkinum”.

Javnaðarflokkurin er av umstøðunum sera illa fyri, og tí er neyðugt at fara í neyðstøðu við at bøna og biðja mannin, sum Havnar fólk hava allar størstu virðing fyri, nevniliga Heðin Mortensen, at stilla upp til løgtingsvalið.

Tað kann fara at vísa seg at vera ein skeiv avgerð, at “lokka” borgarstjóran í Havn á listan hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið. Sjálvandi egnir flokkurin eftir somu effekt, sum til kommunuvalini. Men úrslitið kann gerast so ivasamt, at tað heilt kann taka luftina frá annars sera vælumtókta borgarstjóranum í Havn, tá hann hevur mest brúk fyri stuðlinum. 

Veljarin trýstir sjáldan ella ongantíð á sama knøttin til eitt løgtingsval, sum til eitt kommunuval, tí er avgerandi ikki at órógva javnvágina.

Men hetta er neyvan taktiskt rætt.